Skal kristni siðaarvurin burtur?

Maria Jacobsen

Tað hevur verið nógv at lisið í bløðunum seinastu tíðina, um skrásett parlag millum samkynd, siðsemisnevnd og fólkakirkjuna. Vanlig miðalhampafólk kenna seg kanska eitt sindur ótrygg við tónan í nógvum av hesum, tí ein hómar at tað sum ein partur av fólkinum vil, er at fáa kristna siðaarvin hjá føroyingum burtur. Nú siga summi kanska, at tað er at taka munnin ov fullan, men tað haldi eg ikki. Er man byrjaður at máa burtur av tí kristna støðinum, so fer skjótt at ganga niður á bakka.
Er kristindómurin vorðin so týdningarleysur fyri okkara land, at vit fara at velja humanismu ella kommunismu í staðin, um vit skulu skipa okkum sum sjálvráðandi tjóð?
Hevur tann kristni siðaarvurin ikki havt alstóran týdning fyri okkum? At tað hava verið fólk sum hava vilja nýtt tíð sína til at siga okkum frá kristna gleðiboðskapinum? Vit kunnu taka prestarnar í gomlum døgum. Teir ferðaðust í millum bygdir til gongu og í báti og settu lívið í váða viðhvørt, fyri at fólkið skuldi hoyra Guds orð. Prósturin kannaði á sínum rundferðum, at børnini høvdu lært tað tey skuldu, skrivað stendur: »Hesi orð?skalt tú prenta inn í børn tíni«.
Hetta rann mær í huga, tá eg í útvarpinum hoyrdi eina mammu siga, at hon ætlaði sær ikki at siga við børn síni, hvat hon helt vera rætt ella skeivt, børnini skuldu sjálvi finna út av, hvat teimum tykti. Tað ljóðar humant, men eg eri bangin fyri, at tey foreldur sum lata uppalingina til børnini sjálvi, koma at merkja tað onkuntíð.
Eg kom eisini at hugsa um tilburðirnar norðuri við Gjógv, tá ið 8-mannaførini gingu burtur. Petur Jacob Sigvardsen skrivar um hetta í Gjáar søgu, sum kom út í 2000.
Hann sigur frá, hvussu Hammershaimb, ið var próstur tá, legði leið sína norður til Gjáar, at vitja øll tey, sum sótu eftir við stórari sorg. Hann skrivar soleiðis: »Komin til bøðgarðin neig hann í knæ, hirðilin hjartagóði heitti bønarorð á hirðilin altvaldandi um at beina leiðina fyri øllum teim sorgarbundnu, ið innan fyri hendan garð vóru, til ta kelduna, har einans sálarbót er at oysa av«. Ógvuliga hjartanemandi, men hvat hevði verið at tikið til í slíkum løtum, um vit ikki áttu henda kristna siðaarv, sum so lítið verður virdur í dag.
Eitt er vist, tann Altvaldandi er til, um vit trúgva tí ella ikki, og vit eiga at minnast til at skrivað stendur: »Tí álvarsamur Gud, er Harrin Gud tín!«
Vit kunnu gera sum vit vilja, tað eru altíð nøkur val at gera her í lívinum, tað er eisini eitt val at liva samkyndur, og tað er sanniliga eitt álvarsligt val at gera landsins lógir soleiðis, at tær máa støði undan kristindóminum.