Eingin hevur tikið stig til at loysa trupulleikarnir millum Maskinmeistarafelagið og SEV. SEV sigur, at tað fer aftur til tann gamla sáttmálan, næstu ferð lønir verða goldnar, meðan maskinmeistararnir ikki góðtaka hetta undir nøkrum umstøðum.
? Tað, sum kann henda, er, at um SEV ikki heldur ta avtalaðu lønina, hava vit møguleikan at taka okkara menn til hús, tí so er sáttmálaloysi, sigur Jógvan Nybo.
Hann dugir tó ikki at siga, um hetta verður aktuelt. Avleiðingin er, at streymurin verður slitin um alt landið.
SEV hevur boðað frá, at tað ikki hevur annað val, enn at fara aftur til tann gamla sáttmálan, nú tann nýggi er ikki góðkendur.
Formaður felagsins, Jógvan Nybo, heldur hinvegin, at støðan er avklárað, tí partarnir hava ein sáttmála. Trupulleikin er tó, at SEV ikki hevur ætlanir um at halda hendan sáttmálan.
Hetta kann tykjast heldur løgið, tá Fíggjarmálastýrið vil ikki góðkenna sáttmálan, og SEV sigur, at tað ikki ætlar at gjalda lønir eftir honum, so leingin Karsten Hansen ikki vil góðkenna hann.
? Tá tú undirskrivar ein nýggjan sáttmála, so er tann gamli ikki til longur. Tí kanst tú ikki fara aftur til ein gamlan sáttmála. So kundi man eisini farið aftur til sáttmálan frá 1985, sigur Jógvan Nybo. Hann leggur afturat, at framferðin hjá landsstýrismanninum ikki kann góðtakast, tí hann skerjir samráðingarrættin hjá fakfeløgunum.
Jógvan Nybo sigur, at felagið ikki hevur havt nakað samband við SEV, og at tað ikki hevur nakrar ætlanir um at seta seg í samband við SEV.
Tískil sæst eingin loysn á hesi heldur torskildu trætu millum teir tríggjar partarnar. Um einar tvær vikur skulu lønir gjaldast maskinmonnunum hjá SEV, og tá kemur tað helst til skarpskeringar.
Takið lógina til eftirtektar
Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, mælir Maskinmeistarafelagnum til at fara aftur til samráðingarborðið.
? Teir eiga nú at arbeiða fyri at fáa ein sáttmála, sum kann setast í verk, sigur Karsten Hansen, sum mælir teimum til at fara aftur til samráðingarborðið. Nakað, sum maskinmeistararnir harðliga vísa aftur. Karsten Hansen leggur tó dent á, at Fíggjarmálastýrið og Maskinmeistarafelagið ikki hava nakað samband sínámillum.
Karsten Hansen vísir á, at SEV er ein kommunalur felagsskapur, og at allir lønarsáttmálar, ein slíkur felagsskapur ger, skulu góðkennast av landinum sambært galdandi lógum og reglugerðum. Tá hesin sáttmáli ikki verður góðkendur, má nýggjur sáttmáli skrivast, sigur hann og mælir Maskinmeistarafelagnum til at taka lógina til eftirtektar.
? SEV hevur tikið hesa støðuna til eftirtektar, tí teir meta seg ikki hava heimild at gjalda lønir eftir einum sáttmála, sum ikki er góðkendur av Fíggjarmálastýrinum. Tí kann hesin sáttmálin ikki nýtast, sigur landsstýrismaðurin.
Karsten Hansen ímyndar sær, at løgmaður ella tingmenn fara at kalla tingið saman, um maskinmeistararnir leggja arbeiðið niður.