Thala Ann Venned, krambakvinna:
? Eg veit ikki rættuliga, hvat eg skal siga til hatta. Men tað er ongin loyna, at í Klaksvík verður alt yvirdrivið. Sum heild er onki at ivast í, at klaksvíkingum dámar væl, tá okkurt er at tosa um. Men tað er heilt óluksáliga synd í teimum øllum, um hatta ikki passar. Tað er púra vist.
Eg dugi ikki at siga, um tað er rætt av honum at traðka soleiðis fram, men ein má ganga útfrá, at tað ikki passar, og tað er tí, at hann er komin fram við hesum.
Amanda Hansen:
? Tað er gott, at hann er komin fram við hesum, tí tað hevur verðið slatrað rættuliga nógv um hann. Eg veit ikki, hvat hetta er fyri nakað, men tað er sera synd í honum og hansara familju. Eg meini so við, her er hann komin til Klaksvíkar, ein ungur maður ella prestur við familju. Vit áttu heldur at roynt at vart um hann enn at leggja eftir honum.
Tað verður nógv slatrað um alt møguligt í Klaksvík, og tað letur til, at tey eru mong, sum ofta hava nógv at siga frá.
Leif Waag Høgnesen, krambamaður:
? Hatta er torført at taka støðu til. Men í grundini er hatta helst í lagi. Hann er jú ein prestur, og fólk síggja upp til hann sum prest. Fólk hava álit á honum, og tað er ongin ivi um, at slíkt brýtur álitið niður.
Tað eru tveir bólkar í hesum málinum, og tað kann uttan iva fara at verða ringt í eina tíð nú, men maðurin er ákærdur, so hann ger tað, sum hann er noyddur til. Hann roynir at reinsa luftina, og tað er somuleiðis gott, at hann tekur ein tílíkan trupulleika upp, tí her er jú í grundini talan um eitt starvspláss, og hevði tað verið mítt starvspláss, so hevði eg eisini gjørt tað, eg kundi fyri at koma hesum til lívs.
Hinvegin so búgva vit í Føroya størsta dunnuhyli, har slaturin livir væl.
Hetta er eitt eymt mál, so tað er torført at siga, júst hvat er tað rætta
Karl Nielsen, bókhaldari:
? Hans Eiler torir væl at gera soleiðis. Púra sikkurt, og eg haldi, at tað er flott av honum at taka hendan trupulleikan upp. Eg havi onki hoyrt um hann, men eg ivist ikki í, at tað verður slatrað fyri tað.
Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at ein hoyrir um slíkt. Ein kann næstan kalla hetta eina slaturkampanju. Tað er ræðuligt, at tað skal vera so í Klaksvík.
Eg dugi ikki at siga, um tað verður slatrað verri her enn aðrastaðni. Eg veit ikki eingongd, um ein kann kalla hetta fyri slatur. Her er heldur talan um bryggj ? ein kampanja, sum er farin ígongd.