Vágsfjørður friðast fyri aling í eina tíð

Tá ið laksurin, sum nú svimur í ringunum, er tikin, skal fjørðurin friðast fyri aling í eina tíð í eini roynd at basa ILA

Aling

Nýggja felagið, sum skuldi endurreisa alingina í Suðuroy, hevur nú fingið aliloyvi.
Seinnapartin mánadagin tók Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, avgerð um at flyta aliloyvi frá gamla felagnum hjá Hera Hjelm, yvir til nýggja felagið.
Tað hevur hann gjørt, treytað av, at nýggja felagið annars lýkur tær treytir, sum eru settar í alilógini.
Felagið hevur fyrr upplýst, at tað ger tað.
Sakførarin hjá felagnum fekk boðini munnlig seinnapartin mánadagin, at aliloyvið varð flutt og seinni, møguliga longu seinnapartin í gjár, skuldi felagið fáa tað skrivligt.
Nú nýval er útskrivað er landsstýrið bara er ein starvsstjórn, sum bara kann taka tær mest neyðugu avgerðirnar fyri at landið kann haldast ígongd.
Tí ivaðist landsstýrismaðurin í, um hann yvirhøvur hevði heimild til at taka eina avgerð um at flyta aliloyvið.
Hartil kom, at hetta var ein nýggj støða í alivinnuni, at aliloyvi skuldi flytast frá einum felag til annað, uttan at táið talan er um húsagang, so landsstýrismaðurin vildi tryggja sær, at hann tók eina rætta avgerð, tí hetta fór uttan iva at verða brúkt sum fordømi.
Bjarni Djurholm sigur, at løgfrøðingarnir eru komnir til ta niðurstøðu, at hóast talan bara er um eina starvsstjórn, hevur hann heimild til at taka avgerðina.
Harafturat hevur málið eisini vinnupolitiskan týdning, tí avgerðin kann fáa stóra ávirkan á alivinnuna í Suðuroy og eini 50-60 arbeiðspláss.
Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur áður havt fund við floksformenninar og teir hava boðað frá, at hetta er ein avgerð, sum Landsstýrismaðurin eigur at taka, men at teir vildu styðja avgerðini, sum hann tók.
?Støðan hjá alivinnuni í Suðuroynni er so, at allur ivi eigur at koma vinnuni til góðar, annars kann tað fáa álvarsligar avleiðingar.
Bjarni Djurholm sigur, at út frá eini samlaðari meting tók Bjarni Djurholm sostatt avgerð um at nýggja felagið fær aliloyvi.

Hava mist 1000 fiskar um dagin
Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, hevur gamli alarin í Suðuroy, Heri Hjelm ikki stórvegis vónir um, at alingin í Suðuroy hevur nakra framtíð, sum støðan er.
Vit fingu ikki teir, sum eiga nýggja felagið á tal. Men á fiskasjúkudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni siga teir, at ILA er staðfest í alibrúkunum á Vágsfirði og á Lopransfirði.
Teir vita ikki, hvussu støðan er í løtuni. Seinastu tølini, tey høvdu sæð, vóru einar 14 dagar gomul og tá var fellið fleiri túsund laksar um dagin.
Sostatt misti alibrúkið fisk í tonsatali um dagin.
Men í alivinnuni kann tað broytast skjótt, bæði til tað betra og til tað verra, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at fiskurin verður tikin so skjótt sum tilber.Teir vænta at verða liðugir í februar og tá verður alibrúkið lagt óvirkið í eina tíð í eini roynd at sleppa undan sjúkuni. Vanliga skal eitt øki liggja óvirkið í seks mánaðir.