Nýggi Smyril hongur í leysari luft

Nú alt bendir á, at Tinganes verður økisfriða, hongur tað í leysari luft, hvar Smyril sleppur at leggja at

Suðuroyarsiglingin

Sum tað sæst av greinini omanfyri, er tað nú alt, sum bendir á, at Landstýrið fer at taka undir við tilmælinum um at økisfriða Tinganes út á 10 metrar. Sostatt verður tað meiri og meiri átrokandi at finna útav, hvar Smyril skal liggja, tá ið hann kemur til Havnar.
Tórshavnar Býráð hevur ferð eftir ferð staðfest, at sleppur hon ikki at gera atløgupláss til nýggja Smyril uttan á Norrønu á Bursatanga, hevur hon onki annað pláss at vísa Smyril á.
Men verður Tinganes friðað, sum alt bendir á, ber ikki til gera pláss til Smyril á Bursatanga og sostatt er hann húsvillur í Havn.
Tá ið Norrøna ikki er í Havn, kann Smyril brúka atløguplássið hjá Norrønu.
Men eftir galdandi ferðaætlan er tað nakrar ferðir um vikuna, at Norrøna og Smyril eru í Havn í senn.
Harumframt eru so trongt í í havnalagnum, at Smyril kann kortini ikki liggja við bryggju, tá ið Norrøna kemur.
Bjarni Djurholm sigur, at undir øllum umstøðum má hann staðfesta, at tað verður onki atløgupláss klárt til nýggja Smyril tá ið hann kemur.
? Tí mugu vit royna at fáa eina praktiska loysn, so at Smyril kann brúka plássið hjá Norrønu so nógv, sum tilber.
?Men ein stóran part av tíðini er tað ikki ein trupulleiki, tí Norrøna er so sjálvdan í havn.
Bjarni Djurholm sigur tó, at so er tað eftir at finna eina varandi loysn fyri Smyrli og hon er ikki funnin enn.
Embætisverkið í Vinnumálaráðnum hevur samband við Tórshavnar Havn um eina loysn, men fyrrenn endalig avgerð er tikin um, antin Tinganesi skal økisfriðast ella ikki, verður málið ikki tikið upp á politiskum stigi.
? Tað verður helst ikki, fyrrenn eftir páskir, at málið verður tikið upp á politiskum stigi, bæði við Tórshavnar Havn og í landsstýrinum.
Tað, sum hetta arbeiðið miðjar eftir, er at vita um tað ikki ber til at finna eina varandi loysn í Havn.
Bjarni Djurholm viðgongur kortini, at møguleikarnir eru ikki so nógvir. Men hann vil fegin viðgerða málið og teir møguleikar, sum kanska eru, við Tórshavnar Havn, áðrenn hann viðgerð tað alment.
Men Tórshavnar Havn hevur fleiri ferðir sagt, at slepppur hon ikki at dýpa framvið Tinganesi, er onki annað pláss til Smyril?
? Ja, tað er júst hetta, vit mugu fáa endaliga greiði á, sigur hann.
Hinvegin eigur landið eina havn á Gomlu Rætt og tann møguleikin hevur eisini verið nevndur at Smyril skal leggja at har.
--Tað hevur eisini verið upp á tal at kanna eftir, hvat skal gerast á Gomlu Rætt fyri at nýggi Smyril kann brúka ta havnina.
Bjarni Djurholm sigur, at hetta er fyri at hava allar møguleikar opnar, men gamla rætt er avgjørt ikki fyrsta loysnin, sum hugsað verður um.
? Meginreglan er, at Smyril skal fáa fast pláss í sjálvari Havnini, sigur hann.