Flat rate í Vestmanna

Vestmenningar hava sum teir fyrstu fingið møguleikan at nýta flat rate, sum gevur óavmarkaða nýtslu á alnetinum

ALNET

Flat rate er eitt hugtak, føroyingar eftir øllum at døma fara at koma at kenna betri og betri næstu tíðina. Flat rate alnetsamband er eitt hugtak, sum er nógv at hoyra uttanlands, og tað merkir skjótt og fast internetsamband, har goldin verður ein prísur fyri haldið - líkamikið, hvussu nógv verður tikið niður av netinum.
Vestmenningurin vóru teir fyrstu, ið fingu telefonsamband, og tað er tí væl møguliga søguliga rætt, at hesi aftur sleppa at vera pionerar við nýggja alnetsambandinum.
Hetta heldur í øllum førum Rasmus Magnussen, stjóri fyri El og Tele.
Hendan fyritøkan er farin undir at bjóða alnetsamband umvegis fylgisvein, har sloppið verður undan at fara undir jørðina og harvið verður sloppið heilt undan kervinum hjá Føroya Tele.
Tað er eitt sindur síðani, at El og Tele almannakunngjørdi, at teir almannakunngjørda, at teir høvdu gjørt eina avtala, ið gav teimum møguleikan at vera einaumboð fyri framkomna útgerð alnetsamband umvegis fylgisvein. Signalið úr Føroyum verður sent upp til ein fylgisvein og verður tikið niður aftur í Týsklandi.
Hetta er fyrsta ítøkiliga prosjektið, og Rasmus letur sjálvir ógvuliga væl at.
?Nú hava vit valt at royndarkoyra skipanina, og vit ætla at fara at bjóða hetta út aðrastaðni í Føroyum, tá tíðin er búgvin. Higartil hevur alt gingið ógvuliga væl, og fólk læta væl at, sigur Rasmus Magnussen.
Talan er um flat rate samband, sum merkir óavmarkað nýtsla. Higartil hava flest øll við føstum sambandi við alnetið goldið fyri hvørt megabeit, tey hava tikið niður av netinum.
Við flat rate er hendan tíðin farin. Goldin verður ein prísur um mánaðin, og so er bara at surfa, downloada og tjatta so nógv einum lystir.
Vestmenningar skulu gjalda 2.950 kr. fyri at binda seg í hjá El og Tele, og mánaðarligi kostnaðurin er frá 395 til 595 kr. ? alt eftir, hvussu nógva ferð, fólk ynskja.
?Hesir prísirnir eru á leið teir somu, sum verða bjóðaðir út í Danmark og aðrastaðni, sigur Rasmus Magnussen.
Sum eitt dømi kunnu vit nevna, at fyri 495 krónur um mánaðin ella 5.940 kr. árliga ber til at download umleið tíggju ferðir skjótari enn vanliga uppringda sambandið. Og tú kanst hála óavmarkað nógv niður av netinum.
Ùtgerðin er ein lítil paraskál ? 30 cm í tvørmáti ? sum verður fest á húsini, og síðani verður bundin beinleiðis í telduna umvegis eina boks. Neyðugt er eisini við firewall fyri at tryggja. Kostnaðurin fyri ein tílíkan er ógvuliga ymiskur.

Ikki heilt frítt
Ein kann so freistast til at hugsa, at nú er bara at seta telduna at downloada óendaliga nógv allatíðina, men El og Tele ætlar at avmarka ferðina á ávísum fílasløgum ? mp3, filmar osfr.
?Sita fólk og downloada fleiri filmar samstundis, so endar hetta bara við at blokera netið, sostatt mugu vit avmarka, sigur Rasmus Magnussen.