Føroysk vinna risafet inn í framtíðina

Við sáttmálanum millum Atlantsflog og norsku oljuvinnufyritøkuna Aker Stord hevur føroysk vinna tikið eitt risafet inn í eina nýggja og spennandi framtíð

Sáttmáli


Tað var við lógvabrestum, at størsti sáttmálin hjá Atlantsflogi í útlandinum og helst størsti tænastusáttmálin hjá eini føroyskari vinnufyritøku nakrantíð, varð undirskrivaður í suðurnorska oljuvinnubýnum Stord hósmorgunin. Hesin dagurin 1. Apríl 2004 verður heilt givið eitt týðandi vegamót fyri føroyskt vinnulív, sum roynir at fáa fótin fastan í øðrum londum. Sáttmálin millum Atlantsflog og norsku oljuvinnufyritøkuna Aker Stord hevur eitt virði, sum í mesta lagi er uppá góðar 100 mill. kr. Atlantsflog fekk henda sáttmálan í harðari kapping við fleiri aðrar fyritøkur. Tað snýr seg um at flyta 35.000 norskar oljuarbeiðarar úr Suðurnoregi til Alta og víðari til Hammerfest í Norðurnorra komandi tvey árini. Fyrsti túrurin verður miðskeiðis í hesum mánaðinum.

Við á hesum fyrsta túrinum úr Føroyum til Norðurnoregs vóru ummleið 40 umboð úr Føroyum og haraftrat umboð fyri Aker Stord og so Statoil, sum stendur fyri allari útbyginngini av Snøhvidgassfeltinum.

Á samkomu eftir undirskrivingina segði stjórin hjá Aker Stord m.a., at teir vóru sera fegnir um at hava fingið samstarv við Atlantsflog og vónaði hann, at hetta samstarv eisini kundi verða víðkað til aðrar fyritøkur. Hann nevndi í hesum sambandi góða samstarvið teir høvdu havt við Pam Offshore í Føroyum, sum m.a. hevur latið teimum sveisarar. Hann helt fyri, at nýggja flutningsleiðin hjjá Atlantsflog kann hava við sær, at norðmenn lættari og bíligari kunnu koma til Føroya at halda summarfrí. Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi fegnaðist somuleiðis um avtaluna og segði, at øll starvsfólkini hjá flogfelagnum fóru at gera sítt ítarsta til tess at kunna liva upp til hesa spennandi og stóru avbjóðing. Hann vónaði eisini, at hetta bert kundi vera byrjanin og segði, at kundi sáttmálin hjá Atlantsflog vera ein lopfjøl fyri aðrar føroyskar fyritøkur at útvega sær uppgávur í norskari oljuvinnu, so varð nógv vunnið.

Tað er norska oljufelagið, Statoil, sum stendur fyri allar Snøhvidverkætlanini, ið fer at kosta 45 milliardir kr. Tað er neyvan heldur nøkur loyna, at tað hevur medvirkað til, at Atlantsflog hevur fingið avtaluna, at tað nettupp er Statoil, sum er fyristøðufelag. Statoil telist millum tey mest virknu útlendsku oljufeløgini á føroyska landgrunninum og er tað felagið, sum hevur gjørt heilt greitt, at tað ætlar sær at halda fram við at gera íløgur her.

Sambart loyvisreglunum millum føroyskar myndugleikar og útlendsku oljufeløgini, binda hesi seg eisini til at geva føroyskum fyritøkum eina hjálpandi hond, tá tað ræður um at fáa fótin fastan í oljuvinnu aðrastaðni eisini. Men tað er so fyrst og fremst kappingarførinum hjá Atlantsflogi og tí stóra arbeiði fólkini, ið hava arbeitt við sáttmálanum, hava gjørt, fyri at takka, at sátmálin kom í hús. At flogskiparin Hans Hansen haraftrat hevur drúgvar royndir at flúgva í norskum loftrúmi telur so eisini tann rætta vegin.

Lesið frásøgn frá hesum søguliga og áhugaverda túri í bløðunum í komandi viku.