Fimleikur
Sum landsliðsvenjarin longu hevði varhugan av, so førdu dómaraavrikini í fimleikinum fyri manslið við sær, at Føroyar máttu taka til takkar við øðrum plássi.
Ein av orsøkunum til, at hetta lat seg gera hjá dómarunum tykist vera, at reglurnar fyri fimleik á Oyggjaleikunum ikki eru so greiðar.
Tá vit eftir allan hurlivasan um gull- og silvurmerkini spurdu Henrik Bertelsen, hvussu hetta ber til, svaraði hann, at reglurnar fyrst vórðu linkaðar í mun til altjóða fimleikin.
- Hetta er gjørt, tí fimleikurin her ikki er á sama støði sum altjóða fimleikurin, og at tey tískil ikki hava viljað dømt hann eins hart. Trupulleikin er tó, at reglurnar í nógvum førum eru alt ov veikt orðaðar, og tískil kunnu tulkast eftir vild.
- Tað ber als ikki til at samanbera avrikini hjá Isle og Man og tey hjá okkara fimleikarunum, men kortini fáa tey sama karakter. Dómararnir søgdu mær, at teir høvdu drigið frá fyri stuttu tíðina, sum Man-búgvarnir vóru á breytini, og hetta kann revsast við 0,4 stigum. At teirra venjingar so kortini geva somu karakter sum eitt nú tær hjá Helga, er at kalla ótrúligt.
- Um hinir so bara høvdu drigið tíðina út, merkir hetta, at teirra seriur kanska skuldi givið átta komma fimm ella líknandi, og tað, sum teir framdu, var altso ikki serliga flott eftir mínari meting. Hatta er bara púrasta ótrúligt.
Broytið reglurnar
Tá Sjónvarpið seinni spurdi venjaran, um hetta ikki kundi tulkast sum tekin um vánaligan ítróttaranda frá hansara síðu, segði hann, at tað kann onkur helst gera.
- Eg havi tó ongan tíð áður upplivað nakað líknandi. Eg haldi at vit vórðu snýttir.
Spurdur um, hvørja plasering hann helt, at Isle of Man hevði uppiborið, svaraði venjarin, at í øllum førum áttu Føroyar og Jersey at verið framman fyri vertirnar.
Reglurnar fyri fimleik á Oyggjaleikunum eru ikki heilt teir somu, sum tá kappast verður í altjóða høpi, men Henrik Bertelsen helt tó á ongan hátt, at hetta kundi nýtast sum umbering fyri at frádøma føroyingum gullið.
- Eg haldi meg í øllum førum hava lisið væl uppá, men tað tykist kortini soleiðis, at dómararnir hava eina aðra fatan av støðuni, og tí verja seg við hesum.
Spurdur um tað so eru reglurnar ella dómararnir, sum nakað er galið við, segði Henrik, at tað væl kann vera ein blanding av báðum.
- Eg haldi kortini, at hetta í øllum førum vísir, at tað nú er tíð til at innføra nýtsluna av altjóða reglunum. Tað vildi í øllum førum tryggjað, at rætti vinnarin varð funnin, tí tað hendi í øllum førum ikki í dag, segði venjarin, sum tó legði afturat, at hann vónaði at rætti venjarin verður funnin, tá kappast verður mikudagin.
Landsliðsvenjarin er ikki í iva um, at reglurnar fyri fimleik á Oyggjaleikunum eiga at altjóðagerast