Minst 16 fólk eru deyð og meira enn 130 særd eftir eitt russiskt dronuálop á býin Kryvyj Rih í Ukraina.
Sambært ukrainskum myndugleikum rakti fyrsta álopið eina handilsmiðstøð. Umleið hálvan tíma seinni varð eitt nýtt álop framt, júst tá bjargingarfólk vóru komin á staðið at hjálpa teimum raktu.
Millum tey meira enn 130 særdu eru eisini fleiri børn, og fleiri fólk eru framvegis saknað.
Russland hevur ikki váttað ukrainsku upplýsingarnar. Reuters skrivar, at álopið er eitt av teimum harðastu móti býnum higartil í ár.











