innan frálandavinnu er kanska ein tann besta loysnin í framtíðini her um leiðir. Hann heldur eisini, at tað er gott og sunt fyri føroyska samfelagið at fáa fleiri bein at standa á, og her kann eitt reiðarí [...] eisini. Nú oljuvinnan er við at taka seg upp við Føroyar halda teir báðir brøðurnir, at tað er rætt, at føroyingar sjálvir bjóða seg fram sum veitarar av tænastum til offshorevinnuna. Her hugsa teir fyrst og [...] leigu av skipum og ráðgeving. Her er so eisini flutningur til og frá landi til skip, flutningur av manning, teldutøkni, eykalutum umframt tænastur á landi og á staðnum. Thor er eisini ført fyri at standa
verður eisini á skránni; eitt nú »Natten er så stille«. Hesir, sum upprunaliga eru fyri sang og klaver, eru her lagdir til rættis soleiðis, at celloin eisini er við. Kirsten og Ulrikke fara eisini at framføra [...] og útvarpi og spælt inn fløgur. Ulrikke Høst-Madsen Ulrikke Høst-Madsen er vælkend í Føroyum. Hon hevur fleiri ferðir spælt her saman við manni sínum, pianistinum John Damgaard. Seinast var í 1995, har [...] r og er verkið best kent í hesum búna. Tað bleiv frumframført av Rigmor Restorff síðst í 50?árunum. Av donskum tónleiki fara tey trý at framføra fýra sangir eftir Jørgen Malling. C.E.F. Weyse, er mest
skrivaðu her í blaðnum í farnu viku, so høvdu vestmeningar havt eitt rímuliga heppið lutakast í Europa Cup, tá ið teir høvdu trekt finska liðið HC Dennis úr býum Turku. Finskur hondbóltur er ikki á eins [...] eins høgum støði, sum hann er tað í hinum norðurlendsku londunum, og havandi í huga hvussu sterkt lið hjá VÍF tykist at vera í ár, so kundi alt væntast. Rapa aftur óheppin Í Vestmanna høvdu tey góðar vónir [...] Tíverri fyri VÍF, so gekk tað ikki so væl at verja fyri finnum eina løtu í seinna hálvleiki, og tað er synd at siga, at málverjarnir hjá vestmenningum tóku nógv í fyrra dystinum. Tískil megnaðu HC Dennis
eftir marknaavtaluna við bretar - er áhugin fyri føroyska landgrunninum bara vaksandi. Hóast oljufólk hava nógv um at vera her á altjóða oljumessuni í Aberdeen, so er tað ikki sørt, at eyguni eru vend [...] um tað, sum fer at koma sum um tað, sum er. Her verður sipað til eina stóra ráðstevnu í Aberdeen í november, har evnið rætt og slætt eru Føroyar og olja. Tað er ein bretskur stovnur, ið kallar seg ?Euro [...] kommunur, GEM, grannskoðaravirki og sakføraravirki. Evnini, sum verða viðgjørd, fevna sera víða. Her er rætt og slætt alt tað, sum hevur áhuga fyri komandi oljuleiting, frá loyvistreytum til lønsemi, jarðfrøði
Iwinsky er ikki ein og hvør í pólskum politikki. Hann er næstformaður í javnaðarflokkinum og er uttanríkisráðharri í skuggastjórnini. Um javnaðarflokkurin kemur til valdið eftir valið um tvey ár, er tað rættiliga [...] landbúnaðin. Sama tal fyri EU er 5%. Tað er ikki lætt at umskúla bóndurnar til onnur arbeiði, og tað er heldur ikki lætt at rationalisera og broyta hugburðin í landsbúnaðinum. Hetta er ein torfør tíð, men hetta [...] landinum er eisini sera lág, umleið 400 dollar um mánaðin. Fólk krevja hægri lønir. Javnaðarflokkurin, sum er í andstøðu, hevur bjóðað sær at loysa av eftir næsta val um tvey ár. Forsetaval er um eitt ár
annað enn fullveldi og tað beinanvegin, er ómøguligt. Hetta er eyðkent fyri tað tjóðskaparligu fáfongdina, sum í besta føri er heimføðislig, men í ringasta føri er totaliter. Hugsjónin Afturímóti stendur [...] framd, er hon í stríð við altjóða mannrættin og í stríð við demokratiið. Tí er ein fólkaatkvøða, um at fremja tiltøk sum bera í sær útstoyting, ódemokratisk og í stríð við altjóða mannarættin. Enn er langt [...] fordøming ikki verður hildin at vera rímulig tá dráp er framt í sjálvverju, t.e. fyri at verja egið lív, í neyvari merking. Tosa vit um lív í víðari merking, so er hóttanin ímóti eini tilveru í samfelag við onnur
føroysku básunum, hóast hann her bert hevur nevnt nakrar teirra. Síggjast ? Tað er ógvuliga umráðandi, at vit eru við á so nógvum slíkum messum sum gjørligt. Veruleikin er nevniliga tann, at ert tú ikki [...] fyritøkur eru við á stóru, altjóða oljumessuni, sum í gjár lat upp í Arberdeen. Eins og mangar ferðir áður, er tað Menningarstovan, ið samskipar føroysku luttøkuna. Og Menningarstovan hevur havt úr at gera seinastu [...] tú gloymdur. Tí ræður tað um at vera sæddur so nógvastaðni sum gjørligt, fyri at skapa sambond bæði her heima og úti í heimi, sigur stjórin á Menningarstovuni. Kjartan Christiansen vísir á, at tað at vera
fleiri fuglasløg til. Oyggin er eitt eldorado fyri fugl. Oyggin liggur eisini mitt í einum umráði, har hvalur ferðast bæði norður og suðureftir. Her er talan um smærri hvalasløg og delfinir, og eisini um sjálvan [...] mótmæli, sum er komin fram um dálkingarvanda rundan um oynna St. Kilda. Henda oyggj, sum varð bygd til 1930, verður í dag mett at vera einasta veruliga órørda náttúrustaðið í Bretlandi. Her halda fleiri [...] Eitt av málunum hjá Greenpeace er nettup at steðga allari oljuleiting á Atlantsmótinum (The Atlantic Margin) Undir herrópinum ?No new Oil? sigur Greeenpeace, at tað er óneyðugt at leita eftir olju, tí
tað er einki meira náttúrligt enn, at tað er eitt gott samstarv millum teir báðar oljuhøvuðsstaðirnar í Noregi og Onglandi og nú tann í Føroyum eisini. Tórshavn, Stavanger og Aberdeen samstarvið er vónandi [...] sigur Leivur Hansen við Sosialin. Nógv verður gjørt burtur úr, at umboð fyri Tórshavnar kommunu eru her. Hóskvødið verður stórur døgurði í Town Hall í Aberdeen fyri býráðsformanninum og øðrum føroyskum umboðum
Við úttalilsinum hjá Eyðun Elttør er kósin av álvara løgt fram móti fyrstu boringini á føroyskum øki. Umleið 30 føroyskar fyritøkur eru við í Aberdeen. Hóast tað enn er nakað tíðliga at tosa um veruligar [...] so meta fleiri av luttakarunum á básinum, at tað er týdningarmikið at fáa samband við fyritøkur í Bretlandi og á meginlandinum. Nettup slík oljumessa er rætta høvið til tess. Tríggjar oljuúgerðarhavnir [...] Skipafeløgini eru Skipafelagið Føroyar, Smyril Line og Eimskip. Eisini er reiðaríið Thor í Hósvík við á messuni fyri fyrstu ferð. Hetta felagið er longu virkið í frálandavinnuni. Fleiri av skipum tess arbeiða sum