Jan Müller, Aberdeen
Nú Føroyar av álvara eru komnar við á altjóða oljuheimskortið - hetta serstakliga eftir marknaavtaluna við bretar - er áhugin fyri føroyska landgrunninum bara vaksandi. Hóast oljufólk hava nógv um at vera her á altjóða oljumessuni í Aberdeen, so er tað ikki sørt, at eyguni eru vend móti Føroyum. Føroyski básurin við sínum mongu luttakarum vekir ikki sørt ans, men í krókunum verður tað kanska tosað líka nógv um tað, sum fer at koma sum um tað, sum er.
Her verður sipað til eina stóra ráðstevnu í Aberdeen í november, har evnið rætt og slætt eru Føroyar og olja. Tað er ein bretskur stovnur, ið kallar seg ?Euro Forum?, ið hevur tikið stig til ráðstevnuna, sum er tann fyrsta av sínum slag nakrantíð. Ein kann so spyrja, hví slík ráðstevna ikki verður hildin í Føroyum, og hví vit ikki heldur fáa oljufólk henda vegin, heldur enn at lata Aberdeen fáa hetta høvið! Hvussu og ikki, so verður umrødda ráðstevna nú fyrireikað. Og skráin er eisini sera áhugaverd.
Ráðstevnan ber heitið ?Ensuring Succesful Exploration and Production in The Faroe Islands´ Oil and gas?. Sosialurin skilur, at tað verða nógvir føroyskir fyrilestrarhaldarar við á ráðstevnuni. Millum teirra umboð fyri Oljumálastýrið, føroysk og útlendsk oljufeløg, føroyskt vinnulív og kommunur, GEM, grannskoðaravirki og sakføraravirki.
Evnini, sum verða viðgjørd, fevna sera víða. Her er rætt og slætt alt tað, sum hevur áhuga fyri komandi oljuleiting, frá loyvistreytum til lønsemi, jarðfrøði, tøknifrøði, lokalídnað og supply basar.
Í innbjóðingini til ráðstevnuna verður m.a. skrivað, at Føroya økið er tað seinasta ókannaða økið í Norðurvestureuropa ?and potentially contains larger discoveries than those being made in mature North Sea Basins?.
Sosialurin hevur skilt, at henda ráðstevnan kann metast at fáa stóran týdning fyri føroyska økið sum heild. Spurningurin er so, um løgtingið hevur viðgjørt og avgreitt uppskotið til 1. útbjóðing. Tað skal eftir ætlan leggjast fyri tingið seint í oktober ella fyrst í november.