Nú er klárt at byggja

Á  bygdaráðsfundi mánadagin gav kommunan byggiloyvi til at fara undir at byggja raðhúsini vesturi á Heyggi

Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sigur, at tað eru gleðilig tíðindi, at ein privat fyritøka av Tvøroyri hevur átikið sær henda leiklutin at fara undir at byggja bústaðir í Hvalba.   

 

Hetta fer at geva heilt nýggjar møguleikar fyri at seta búgv í kommununi. Eisini fer hetta at geva møguleikar til fólk, sum sita í stórum húsum, har børnini eru blivin vaksin og eru flutt út, at kunna selja til ungar barnafamiljur og sjálvi flyta inn í nakað minni.   

 

Sylvan Poulsen, verkætlanarleiðari, sigur, at teir eru spentir at fara undir byggingina, og miðjað verður eftir at fara í gongd longu í ár.

 

##med2##

 

- Nakað av planeringsarbeiði skal gerast, og síðani verður sokkul stoyptur, áðrenn timburelementini verða framleidd í komandi ári, sigur verkætlanarleiðarin.

 

Sylvan Poulsen leggur aftrat, at áhugað longu nú kunnu seta seg í samband við hann við fyrispurningum viðvíkjandi verkætlanini á Heyggi í Hvalba.