Holocaust filmar í Føroyum

Í kjalarvørrinum á øðrum heimsbardaga fær amerikanski sálarsjúkulæknin, Douglas Kelley (Rami Malek), litið upp í hendur at meta um mentalu støðuna hjá Hermann Göring (Russell Crowe) og øðrum nasistaleiðarum, sum vóru í fremstu røð hjá Hitler.

Frá Filmsfelagnum:

 

Hvørt ár koma nýggir filmar, sum nema við Holocaust. Okkurt árið koma fleiri, og Filmsfelagið plagar at lofta hesum filmum og vísa teir í Havnar Bio. Fyri júst einum ári síðan vístu vit bæði norska ”Quislings siste dager” og týska ”Führer und Verführer”.

 

Undirtøkan var góð, og eisini í hesum føri, við nýggja amerikanska filminum ”Nürnberg”, fer helst at verða útselt. Greitt er, at søguliga fyribrigdið Holocaust, og støðuga kjakið í nútíðarsamfelagnum um Holocaust, hevur alstóran áhuga millum føroyingar.

 

Tað er amerikanski leikstjórin, James Vanderbilt (f.1975), ið hevur gjørt filmin ”Nürnberg”, sum hevur Russel Crowe í altavgerandi høvuðsleiklutinum. Ummælarin hjá Hollywood Reporter sigur, at filmurin kemur í tøkum tíma, “couldn’t have arrived at a more consequential time.”

 

Í kjalarvørrinum á øðrum heimsbardaga fær amerikanski sálarsjúkulæknin, Douglas Kelley (Rami Malek), litið upp í hendur at meta um mentalu støðuna hjá Hermann Göring (Russell Crowe) og øðrum nasistaleiðarum, sum vóru í fremstu røð hjá Hitler.

 

Samstundis taka tey sameindu lógvatak, at skapa Nürberg-dómstólin, at gera endaliga upp við Triðja Ríkið.

 

Meðan viðurskiftini ganga sína gongd í rættarsalinum, tekur ein hólmgonga seg upp millum Kelley og Göring.

 

Stríðið og orðadrátturin teirra millum verður ein avgerandi bardagi, sum við orðum avdúkar og leggur á blik óunniliga sannleikan um, hvussu heilt vanlig fólk verða vald at gera ikki bara ilt, men óndastu og ræðuligastu gerðir í skjalprógvaðari søgu. Heilt vanlig fólk.

 

Filmsfelagið sýnir filmin “Nürnberg”, um ætlaðu krígsuppgerðina hjá teim sameindu, mikudagin 3. desembur klokkan 20 í Havnar Bio. Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og krevja ikki limaskap.

 

Eina viðhefta myndin er frá sýningini við norska filminum “Quislings siste dager”, tá Rói Patursson innleiddi sýningina fyri fulsettum hølum í Filmsfelagnum í fjør.

 

3/12 kl 20:00 Nürnberg (James Vanderbilt USA 2025 148 min)

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##