VIDEO: Hava ikki vunnið í fimm teimum seinastu dystunum í League Two

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Tranmere Rovers 1-2 (0-1)

Mynd: Grimsby Town

Bert tvey stig í fimm teimum seinastu dystunum í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two.

 

Tað er veruleikin hjá David Geza Turi og liðfeløgunum í Grimsby Town.

 

Í kvøld tapti Grimsby á heimavølli 1-2 fyri Tranmere Rovers. Útiliðið hevði tvær royndir innanfyri málrammurnar, og tær sótu báðar í netinum hjá Grimsby. Heimaliðið hevði seks royndir innanfyri málrammurnar, men megnaði bert at skjóta eitt mál. Grimsby hevði eisini bóltin nógv meira, men tað rakk ikki til stig.

 

Tað góða - sæð við føroyskum brillum - var, at Geza fekk fulla spælitíð.

 

Grimsby er nummar níggju í deildini við 26 stigum. Teir hava bert eitt stig upp til Gillingham, ið er á sjeynda plássinum, ið gevur rætt til Play Off dystir um uppflyting. Grimsby hevur fýra stig upp til Bromley, ið er á triðja plássinum, ið saman við øðrum og fyrsta plássinum gevur beinleiðis uppflyting til triðbestu deildina, League One.

 

Leygardagin 6. desember hevur Grimsby heimadyst í øðrum umfarinum í FA Cup steypakappingini. Megna teir at vinna á Wealdstone úr sættubestu deildini, so fær Grimsby møguleikan at kappast í triðja umfarinum, har eitt lið úr Premier League kann gerast mótstøðuliðið. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Tranmere Rovers 1-2 (0-1), har staðfestast kann, at Grimsby hevði ikki hepnið við sær í kvøld:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Grimsby Town