(VESTMANNA) Sum vit eisini skrivaðu her í blaðnum í farnu viku, so høvdu vestmeningar havt eitt rímuliga heppið lutakast í Europa Cup, tá ið teir høvdu trekt finska liðið HC Dennis úr býum Turku. Finskur hondbóltur er ikki á eins høgum støði, sum hann er tað í hinum norðurlendsku londunum, og havandi í huga hvussu sterkt lið hjá VÍF tykist at vera í ár, so kundi alt væntast.
Rapa aftur óheppin
Í Vestmanna høvdu tey góðar vónir til kappingarárið í fjør, men tað gekst ikki so væl, sum tey flestu høvdu vónað, og ein av høvuðsorsøkunum var uttan iva tann, at leikandi venjarin, rumenin Daniel Rapa, var skaddur so at siga alt kappingarárið. Tískil hevur við spenningi verið sæð fram til, at rumenin skuldi vera við aftur í ár saman við Inga Olsen, men tá ið VÍF var á venjingarlegu í Íslandi, fekk Rapa ein skaða í knæið. Hetta var tó ikki serliga álvarsligt, og rumenin vandi eisini við í farnu viku undan dystunum, men mikukvøldið fekk hann aftur trupulleikar við knænum, og tískil fekk Daniel Rapa ikki leikt við í dystunum ímóti HC Dennis. Ein smeitur fyri VÍF, sum tískil ikki var so væl fyri á bakplássunum, ið teir annars høvdu kunnað verið.
At Áki Olsen heldur ikki var komin seg heilt eftir sín skaða, sást ikki aftur í fyrra dystinum, men leygarkvøldið tóktist hann rættuliga móður.
Manningin, sum byrjaði fyrra Europa Cup dystin fyri VÍF, var henda. Í málinum stóð Bárður Nielsen, á høgra vongi var John Zachariassen, høgri bakkur var Sámal Joensen, spælskipari var Ingi Olsen, vinstri bakkur var sum vant Áki Olsen, meðan Martin Hummeland var á vinstra vongi. Strikuspælari var Petur Frank Joensen, sum bert var við í álopunum. Tá ið vestmenningar fóru aftur at verja, kom veteranurin Sjúrður Holm inn fyri Petur Frank.
Góð byrjan
Teir gulu úr Vestmanna løgdu bragdliga fyri, tá ið teir stinnu íslendsku dómararnir, Stefan Arnoldsson og Gunnar Viðarsson, bríkslaðu fyrra dystin í gongd. Ikki gekk long tíð, so vóru vestmenningar á odda 3-1. VÍF dekkaði við flatari verju, og hetta eydnaðist eisini stak væl í fyrra dystinum, tí finnarnir vóru ikki so høgir og høvdu ikki tað øgiligu skotstyrkina útifrá. Ístaðin valdu finnar at royna seg við gjøgnumbrotum og fríspælingum, og teimum var tað fyrst og fremst tann krúnrakaði spælskiparin við nummar 99, Ari-Pekka Tuomi, sum stóð fyri. Tað sást skjótt, at tað var hann, ið var heilin á liðnum, og hann var heldur ikki bangin fyri at royna seg sjálvur. Somuleiðis var hesin Tuoma fastur straffiskjútti hjá HC Dennis.
Tað tóktist eisini, sum um finnar vóru rættuliga ovfarnir av styrkini hjá VÍF, og tískil vóru teir møguliga eitt sindur ørkymlaðir í fyrra hálvleiki av fyrra dystinum. Hinvegin gekk tað væl í hond hjá vestmenningum, og tað eru helst nøkur ár síðani, at Sjúrður Holm hevur skotið tvey mál upp á skjótálop aftaná einans tólv minuttir.
Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin fríggjakvøldið, skiftu finnar út á vinstra bakki, og inn kom tann tveir metrar høgi Arben Kuqolli, sum ikki gjørdi mætari enn at skora í teimum báðu næstum álopunum hjá HC Dennis. Hesin sami Kuqolli bleiv, saman við Ari-Pekka Tuomi, eisini toppskjútti hjá finnunum fríggjakvøldið við sjey málum. Hetta noyddust vestmenningar at gera nakað við, og teir skiftu tískil út í verjuni. Sjúrður Holm fór út, og Johnny Joensen kom inn fyri hann. Samstundis skifti VÍF frá at verja við flatari verju til at hava ein offensivan verjuspælara, Johnny Joensen, sum nærum mansvardi spælskiparan hjá finnum, ið tískil ikki hevði so lætt við at spæla upp til tann høga bakkin í vinstru síðu.
Hendan umskipan av spælinum hjá VÍF gav eisini úrslit, og tá ið góðir fimm minuttir vóru eftir til hálvleiks fingu finnar time-out, beint eftir at Sámal Joensen við einum buldrandi langskoti umvegis tvørstongina hevði lagt vestmenningar á odda 13-11! Eftir at hava havt time-out fóru finnar undir at mansverja Inga, og hetta skapti nakað av ófriði í álopsspælinum hjá vestmenningum, sum noyddust at síggja í eyguni, at finnar komu upp á javnleik, 14-14, áðrenn farið var til hálvleiks.
Martin í hopla
Finnar løgdu seg á odda rættuliga tíðliga í seinna hálvleiki, og tað sást á øllum brøgdum, at tað ikki hóvaði VÍF, at HC Dennis var farið at verja frammalaga á vøllinum. Álopsspælið gjørdust eitt sindur stirvið, og samstundis fóru vestmenningar eisini at brenna upplagdar málmøguleikar. Tíbetur fyri VÍF var Martin Hummeland á vinstra vongi í hopla hesa løtuna, og hann fekk fleiri einastandandi góð mál.
Tað var ein fragd at síggja, hvussu hann fekk fatur á nógvum leysum bóltum, sum hann onkursvegna fekk skavað til síns og síðani kringlað í netið. Onkur gamal venjari hjá VÍF helt eftir dystin, at Martin átti at tikið lut í sendingini ?Fangerne på Fortet? á TV3, tí at har høvdu tey altíð tørv á fólki, sum duga væl at krøkja til síns við armunum. Av tí at tað gekk so væl hjá Martini í seinna hálvleiki, var tað eitt sindur løgið, at hann bleiv tikin út, men kanska var tað fyri at spara upp á kreftirnar, so at nakað var eftir dystin leygarkvøldið.
Somuleiðis var Áki Olsen væl fyri hesa løtuna, og hann borðreiddi eisini við nøkrum frálíkum langskotum, sum finksi málverjin fekk grá hár í høvdið av.Tíverri fyri VÍF, so gekk tað ikki so væl at verja fyri finnum eina løtu í seinna hálvleiki, og tað er synd at siga, at málverjarnir hjá vestmenningum tóku nógv í fyrra dystinum. Tískil megnaðu HC Dennis at halda leiðsluna allan dystin, so at tá ið íslendsku dómararnir bríkslaðu fyrra dystin av, høvdu finnar vunnið við tveimum málum, 27-25, og einki var avgjørt undan seinna dystinum.
Kollektivur niðurtúrur
Gekk tað væl hjá vestmenningum fríggjakvøldið, so kann tað sama tíverri ikki sigast um dystin leygarkvøldið. Ikki tí, fyrri hálvleikur var rættuliga javnur, og finnar vóru einans á odda við tveimum málum í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki fekk liðið ein kollektivan niðurtúr. Álopsspælið steðgaði fullkomiliga upp, og tað eru uttan iva nógv ár síðani, at VÍF einans hevur skorað tvinni mál fyrstu 22 minuttirnar av einum hálvleiki, men tað hendi so í seinna hálvleiki leygarkvøldið.
Tað sást skilliga, at so hvørt sum seinni hálvleikur leið, fullu vestmenningar í fátt, og móti endanum av dystinum var hýrurin í høllini so vánaligur, at tú hoyrdi betur finsku eykaleikararnar, enn tú hoyrdi teir nærum 800 føroysku áskoðararnar.
Hugflogið var fullkomiliga burtur í álopinum, og tær berandi kreftirnar á liðnum megnaðu ikki at halda høvdið kalt og harvið liðnum uppi.Tó kann eftir seinna dystin, sum VÍF tapti 13-22, sigast, at tað er eingin sum helst ivi um, at vestmenningar vera sera truplir at basa hjá hinum føroysku feløgunum, tá ið landskappingin fer í gongd í komandi mánaða. So mikið kann man siga út frá dystunum um vikuskifti.
Í fyrra dystinum ímóti finnum var Áki Olsen toppskjútti við níggju málum, meðan Martin Hummeland skeyt seks. Leygarkvøldið var Sámal Joensen bestur við fimm málum, meðan Ingi og Áki Olsen skutu trý mál hvør.










