Ræður um at vera sjónlig

? Ert tú ikki sæddur, ert tú gloymdur. Hetta sigur stjórin á Menningarstovuni, fyri at vísa á, hvussu umráðandi tað er hjá føroyskum fyritøkum at vera við á slíkum messum, sum oljuvinnumessuni, ið verður hildin í Aberdeen í hesum døgum

23 føroyskar fyritøkur eru við á stóru, altjóða oljumessuni, sum í gjár lat upp í Arberdeen. Eins og mangar ferðir áður, er tað Menningarstovan, ið samskipar føroysku luttøkuna. Og Menningarstovan hevur havt úr at gera seinastu tíðina, tí beint áðrenn oljuvinnumessuna í Aberdeen var stór fiskivinnumessa í Reykjavík, og var tað eisini Menningarstovan, ið samskipaði føroysku luttøkuna á fiskivinnumessuni.


Væl eydnað

Kjartan Christiansen, stjóri á Menningarstovuni, sigur, at fiskivinnumessan eydnaðist avbera væl. Stórur áhugi var fyri teimum mongu føroysku básunum, og starvsfólkini høvdu úr at gera. Nakrir av básunum, ið høvdu flest vitjandi, vóru Skipafelagið Føroyar, Tórshavnar Skipasmiðja, AWI Boats, Vónin, West Pak, báðir básarnir hjá Kemilux, KJ-Hydraulik og Fiskavirking. Eisini var stórur áhugi fyri básunum hjá reiðaríðunum JFK Trol, Vesturvón og Thor Shipping.

Kjartan Christiansen vísir á, at stórur áhugi var fyri øllum føroysku básunum, hóast hann her bert hevur nevnt nakrar teirra.


Síggjast

? Tað er ógvuliga umráðandi, at vit eru við á so nógvum slíkum messum sum gjørligt. Veruleikin er nevniliga tann, at ert tú ikki sæddur, ert tú gloymdur. Tí ræður tað um at vera sæddur so nógvastaðni sum gjørligt, fyri at skapa sambond bæði her heima og úti í heimi, sigur stjórin á Menningarstovuni.

Kjartan Christiansen vísir á, at tað at vera sæddur ikki minst krevst, um vit ætla okkum at koma nakran veg í oljuvinnuni. Harafturat heldur hann, at slíkar messur skapa álit ímillum ymisku fyritøkurnar, av tí at starvsfólk teirra eru so mikið nógv saman.

At enda í stuttu viðmerkingini úr Aberdeen beint eftir setanina gjáramorgunin sigur Kjartan Christansen seg fegnast um luttøkuna á oljuvinnumessuni, og vónar hann, at hon kann føra føroyingar eitt stig víðari á oljuvinnuleiðini.