Jan Muller
Aberdeen
Ein kann siga, at einki nýtt er í hesum úttalilsinum, tí feløgini hava vitað, at útbjóðingin fór í tingið í oktober ella november, og at rundan fór at verða latin upp um ársskiftið. Men tað hevur tó ómetaliga nógv at siga fyri eitt nú oljufeløgini, at tey vita neyvt, nær útbjóðingin byrjar og endar, og nær endaligu loyvini verða givin, soleiðis at tey kunnu leggja sínar ætlanir og ikki minst -fíggarætlanir. Eisini oljuídnaðurin, sum skal lata veitingar til oljufeløgini, hevur brúk fyri at vita neyvt, hvussu tíðarætlanin verður, soleiðis at eisini hann kann leggja sínar ætlanir. Við úttalilsinum hjá Eyðun Elttør er kósin av álvara løgt fram móti fyrstu boringini á føroyskum øki.
Umleið 30 føroyskar fyritøkur eru við í Aberdeen. Hóast tað enn er nakað tíðliga at tosa um veruligar sáttmálar, so meta fleiri av luttakarunum á básinum, at tað er týdningarmikið at fáa samband við fyritøkur í Bretlandi og á meginlandinum. Nettup slík oljumessa er rætta høvið til tess.
Tríggjar
oljuúgerðarhavnir
At oljuleiting nærkast sæst so eisini á tí stóru føroysku luttøkuni. Her eru ikki færri enn tríggjar oljuútgerðarhavnir og trý skipafeløg, sum bjóða seg fram umframt hópin av øðrum fyritøkum.
Oljuútgerðarhavnirnar, sum allar luttaka fyri fyrstu ferð á eini oljumessu, eru ASCO Føroyar, Norserv og Atlantic Supply Base. Skipafeløgini eru Skipafelagið Føroyar, Smyril Line og Eimskip. Eisini er reiðaríið Thor í Hósvík við á messuni fyri fyrstu ferð.
Hetta felagið er longu virkið í frálandavinnuni. Fleiri av skipum tess arbeiða sum hjálpar- og standby skip bæði í fremmandum sjógvi og við Føroyar.