Noktaðu Paul Watson-skipi at koma í íslendska havn

Íslendska Sjóverjan vísti á eina váðameting, tá skipið hjá Paul Watson-felagsskapinum bað um loyvi at koma í havn.

Skipið Bandero, sum hoyrir til Captain Paul Watson Foundation, fekk fyrr í vikuni noktað loyvi at koma í havn í Faxaflóa í Íslandi.

Tað skrivar mbl.is.

Sambært Ásgeiri Erlendssyni, upplýsingaleiðara hjá íslendsku sjóverjuni, varð umbønin sýtt við støði í einari váðameting, sum embætið hjá ríkisløgreglustjóranum hevði gjørt.

– Hóast skip hava rætt til friðarliga ferð innan fyri íslendska sjómarkið, er torført at halda uppá, at ferðin hjá hesum skipinum var friðarlig, sæð í ljósinum av teimum útsagnum og hóttanum, sum komu frá Paul Watson-felagsskapinum, sigur Ásgeir Erlendsson við mbl.is.

Hann vísir eisini aftur, at Sjóverjan ikki svaraði umbønini frá Bandero.

Sambært honum bað skipið ikki um loyvi at sigla inn í íslendskt sjóøki, men um loyvi at leggja at í Faxaflóa.

Eftir, at umbønin varð sýtt, bað manningin um eina nærri grundgeving. Tað svarið var framvegis undir fyrireiking, tá Bandero fór undir tær atgerðirnar móti hvalveiðiskipinum Hvali 9, sum seinni førdu til, at íslendskir myndugleikar fóru umborð á skipið og tóku tamarhald á tí.

Myndatekstur:

Íslendska Sjóverjan noktaði Bandero loyvi at leggja at í Faxaflóa við støði í einari váðameting. Mynd: Árni Sæberg/mbl.is.