SF: Alias Morera er kensluløtt og dansivinarligt

Bólkurin Alias Morera hevur konsert á Summar Festivalinum komandi vikuskifti

Filip M. Mortensen og Sarah Christensen eru høvuðsfólk í tónleikaverkætlanini Alias Morera. Tey skapa og framføra fangandi indiepopp, sum við íblástri frá artistum sum The 1975, The Killers, ABBA, Jim Reeves og Frank Ocean lata tað siðbudna og modernaða ganga hond í hond.

 

Tá ið Filip M. Mortensen stóð mitt í einari skapandi tómløtu, har glóðin fyri tónleiki næstan var sløknað, gjørdist Sarah Christensen ein óvæntað kelda til nýggjan íblástur. Hennara sterka rødd og skapandi orka tendraði aftur gleðina hjá Filipi fyri at skapa tónleik, og soleiðis varð Alias Morera føtt.

 

Filip og Sarah sameina ymiskar bakgrundir og tónleikastíl, og samstundis sum tey bjóða sær sjálvum og tónleikamørkum av, eru tey eisini trúgv ímóti tí, tey standa fyri hvør sær.

 

Alias Morera hevur útgivið tvey stakløg, og í næstum kemur nýggj EP við seks sangum.

 

Á Summar Festivalinum fer Alias Morera at bjóða kensluløddan og dansivinarligan popp, sum søkir innligt samband við áhoyrararnar.

 

Alias Morera spælir í Tjaldinum hóskvøldið klokkan 23:30.

 

##med2##