Konsertir á Tvøroyri, í Runavík og í Havn

Komandi dagarnar fara donsku musikararnir Kirsten Schultz Hansen, mezzosopran og Ulrikke Høst Madsen, celloleikari, saman við Árna Hansen, klaverleikara, at hava konsertir kring landið

Kirsten Schultz Hansen

Kirsten Schultz Hansen er útbúgvin innan klassiskan sang á Nordjysk Musikkon-servatorium. Gjøgnum útbúgving sína í Danmark og í øðrum londum, eitt nú New York, hevur hon eitt stórt reportoire, sum umframt konsert- og operatónleik eisini fevnir um musicalsangir. Kirsten hevur klárað seg væl í alheims sangkappingum varð í síni tíð kosin »Ársins unga navn« í Ålborg. Hon hevur luttikið í nógvum konsertum, hevur sungið í sjónvarpi og útvarpi og spælt inn fløgur.


Ulrikke Høst-Madsen

Ulrikke Høst-Madsen er vælkend í Føroyum. Hon hevur fleiri ferðir spælt her saman við manni sínum, pianistinum John Damgaard. Seinast var í 1995, har hon spældi klavertrioir saman við honum og Gunnar Tagmose, violinleikara.

Ulrikke er útbúgvin í Danmark hjá Asger Lund Christiansen og í Onglandi hjá William Pleeth. Aftan á lokna útbúgving spældi hon nøkur ár í symfoniorkestri, eitt nú tvey ár í Det Kgl. Kapel. Seinnu árini hevur hon verið sera virkin kamarmusikari og hevur sum sovorðin spælt í mongum londum. Hon hevur ofta spælt í sjónvarpi og útvarpi og spælt inn fløgur.


Skráin

Umframt danskan og føroyskan tónleik verða verk eftir J. S. Bach, W. A. Mozart og Johs. Brahms á skránni.

Nú tað stundar móti 100 ára føðingardegi William Heinesens, er sjálvsagt at spæla hansara tónleik. Ulrikke spælir bratschvariatiónirnar yvir gamla føroyska sálmalagið »Vågn op og slå på dine strenge«. Hon hevur sjálvt lagt verkið til rættis fyri cello og verður hetta sostatt føroyska frumframførslan av variatiónunum í hesum líki. Fyrsta framførsl-an verður í Kirkjubøar kirkju í samband við guðstænastuna sunnudagin 5. sept. kl. 12.15.

Árni fer at spæla fyrsta satsin av klaververkinum Norska Løva. Robert Oughton legði hetta til rættis fyri hornorkestur og er verkið best kent í hesum búna. Tað bleiv frumframført av Rigmor Restorff síðst í 50?árunum.

Av donskum tónleiki fara tey trý at framføra fýra sangir eftir Jørgen Malling. C.E.F. Weyse, er mest kendur fyri sínar morgun- og kvøldsangir, verður eisini á skránni; eitt nú »Natten er så stille«. Hesir, sum upprunaliga eru fyri sang og klaver, eru her lagdir til rættis soleiðis, at celloin eisini er við.

Kirsten og Ulrikke fara eisini at framføra eina duo fyri sang og cello av danska tónaskaldinum Per Nørgaard.

Umframt omanfyrinevnda, fara tey at framføra »Laudate dominum« hjá W. A. Mozart, »Erbarme dich, mein Gott« úr Matthæuspassiónini hjá J. S. Bach og »Zwei Gesange« op. 91 hjá Johs. Brahms.


Konsertirnar

Sunnudagin hin 5. sept. kl. 11.00 luttøka í guðstænastu í Vesturkirkjuni. Sama kl. 12.15 luttøka í guðstænastu í Kirkjubøar kirkju.

Týsdagin 7. sept. kl. 16.00, hugnaløta við tónleiki í Tilhaldinum íHavn.

Mikudagin 8. sept. kl. 10.45, luttøka á William Heinesen-tiltaki á Læraraskúlanum.

Hósdagin 9. sept. kl. 19.30 konsert í Tvøroyrar kirkju.

Leygardagin 11. sept. kl. 16.30 hugnaløta við tónleiki í Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Sama dag kl. 19.30 er konsert í býráðshøllini í Saltangará.

Sunnudagin 12. sept. kl. 16.00 konsert í Norðurlandahúsinum.

Tiltakið er stuðlað av: Tórshavnar Býráð, Tvøroyrar Býráð, Runavíkar Býráð, Mentunargrunni Føroya Løgtings, Statens Musikråd, Dansk Færøsk Kulturfond, Atlantic Airways, Norðurlandahúsinum og Konsertfelagnum.

Tað er Konsertfelagið og Norðurlandahúsið sum standa fyri tiltakinum.