Oyggin St Kilda í vandasjógvi

Umhvørvisfólk bera ótta fyri teimum avleiðingum, sum oljudálking frá leiting og framleiðslu millum Bretland og Føroyar kann fáa fyri náttúruparadísið St Kilda

Jan Müller

Aberdeen


Ein onnur ?tikkandi? bumba undir komandi oljuboring í bretskum øki á Atlantsmótinum eru mótmæli, sum er komin fram um dálkingarvanda rundan um oynna St. Kilda.

Henda oyggj, sum varð bygd til 1930, verður í dag mett at vera einasta veruliga órørda náttúrustaðið í Bretlandi. Her halda fleiri fuglasløg til. Oyggin er eitt eldorado fyri fugl. Oyggin liggur eisini mitt í einum umráði, har hvalur ferðast bæði norður og suðureftir. Her er talan um smærri hvalasløg og delfinir, og eisini um sjálvan risan á høvunum Bláhvalin.

Umhvørvisfólk bera ótta fyri, at verður farið at bora eftir olju vestan fyri Suðuroyggjar (Hebridurnar) so er vandi á ferð. Hóast myndugleikarnir siga, at nærmasu boringararnar eftir olju fara at verða meira enn 50 miles burturi, so bera umhvørvisfólk ótta fyri, at ein oljudálking kann raka oynna skjótt við vindi og sjógvi.

Tað er felagsskapurin ?International Union for the Conservation of Nature?, sum hoyrir undir ST-stovninum UNESCO, sum hevur gjørt vart við vandan fyri dálking av St. Kilda. Og hetta hóvar felagsskapum sum Greenpeace væl. Eitt av málunum hjá Greenpeace er nettup at steðga allari oljuleiting á Atlantsmótinum (The Atlantic Margin) Undir herrópinum ?No new Oil? sigur Greeenpeace, at tað er óneyðugt at leita eftir olju, tí verandi longu kendu goymslur eru nóg stórar. Felagsskapurin hevur gjørt vart við, at eitt av heimsins ríkastu koralplássum er nettup á havbotninum millum Føroyar og Hetland.

Víst verður eisini vandan frá verandi framleiðsluskipum í Hetlandsrennuni. Hóast myndugleikar og oljufeløg siga, at eingin vandi er fyri dálking, so bera umhvørvisfólk ótta fyri, at umskipanin av olju flótandi framleiðsluskipunum á opnum havi í sokallað ?Shuttle-tangaskip? er ikki trygg nokk. Kemur hol á í ringum verði kann hetta gerast ein vanlukka, sum so aftur kann raka eitt náttúruríkt øki sum St Kilda.

Nú Føroyar longu hava kunngjørt fyrstu útbjóðing sín verður áhugavert at vita, hvat og um Greenpeace fer at gera nakað. Og um Greenpeace fer at forða seismikkskipum og boripallum at virka í føroyska partinum av Hvíta økinum, verður áhugavert at vita, hvat føroyskir/danskir myndugleikar fara at fyritaka sær