Mønustingarar funnir niðri í einari rók

Gutti Guttesen, grindaformaður í Bø, váttar, at tríggir mønustingarar eru funnir niðri í einari rók Undir Reyðastíggi nærindis Múlafossi í Gásadali

Herfyri bóru vit her á In.fo søguna um, at 11 mønustingarar og tveir kúluonglar vóru horvnir sporleyst í Bø.

 

Grindaformaðurin, Gutti Guttesen, segði, at tjóvaríið av grindareiðskapinum helst er framt einaferð í summar - nakað eftir, at ein grind hevði lagt beinini í Bø.

 

Togini, sum vóru skorin úr kúluonglunum, lógu eftir í neystinum, men bæði kúluonglar og mønustingarar vóru burtur.

 

Gutti Guttesen, grindaformaður, sigur við In.fo, at í gjár fekk hann myndir sendandi sum vísa, at tríggir mønustingarar nú eru funnir aftur.

 

- Nú vita vit, hvar teir eru burturbeindir. Mønustingararnir eru helst stoyttir omanav, og hesir tríggir eru so lendir á einari rók Undir Reyðastíggi, nakað uttanfyri Múlafoss í Gásadali.

 

##med2##

 

Grindaformaðurin sigur, at teir hava sent boð eftir kavarum, og ætlanin er at senda nakrar kavarar niður at leita um 11-tíðina fyrrapartin.

 

- Vit vóna sjálvsagt at finna grindareiðskapin hjá okkum aftur, sigur Gutti Guttesen, sum leggur aftrat, at tjóvaríið er meldað til løgregluna.

 

Lesið eisini - 

 

Allir kúluonglarnir í Leynum stolnir-

 

https://www.in.fo/news-detail/allir-kuluonglarnir-i-leynum-vordu-eisini-stolnir

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Her niðri á rókini liggja tríggir mønustingarar, sum ikki eru farnir í havið

Á myndini sæst Reyðastíggjatangi, nakað sunnafyri Múlafoss í Gásadali