Jan Múller
Aberdeen
Í dag fer Leivur Hansen, býráðsformaður at undirskriva samstarvsavtalu við borgarstjóran í Aberdeen. Við hesi avtalu roynir Tórshavnar kommuna at vera við, tá ein oljuleiting tekur seg upp. Frammanundan hevur kommunan samstarvsavtalu við norska oljuhøvuðsstaðin Stavanger.
Leivur Hansen sigur í eini stuttari viðmerking, at tað er einki meira náttúrligt enn, at tað er eitt gott samstarv millum teir báðar oljuhøvuðsstaðirnar í Noregi og Onglandi og nú tann í Føroyum eisini. Tórshavn, Stavanger og Aberdeen samstarvið er vónandi komið fyri at verða, sigur Leivur Hansen við Sosialin. Nógv verður gjørt burtur úr, at umboð fyri Tórshavnar kommunu eru her. Hóskvødið verður stórur døgurði í Town Hall í Aberdeen fyri býráðsformanninum og øðrum føroyskum umboðum.










