Sambært fronskum myndugleikum var flogfarið á veg upp við einum bólki av fallskíggjarhopparum, tá vanlukkan hendi. Reuters skrivar, at flogfarið hoyrdi til ein skúla fyri fallskíggjaleyparar.
Øll umborð lótu lív. Talan var um flogskiparan, fimm undirvísarar og fimm næmingar, upplýsir umboð fyri myndugleikarnar í økinum.
Franski innanríkisráðharrin er á veg á vanlukkustaðið, og ein serligt kreppumiðstøð er sett á stovn fyri at kanna hendingina.
Flogfarið fór á flog frá flogvøllinum Nancy-Essey og datt niður á eitt grasøki nær flogbreytini. Eingin uttan fyri flogfarið varð raktur.
Kreppusálarfrøðingar og heilsustarvsfólk hava tikið sær av avvarðandi og øðrum, sum vóru vitni til vanlukkuna.
Orsøkin til flogvanlukkuna er framvegis ókend, og løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum, meðan kanningarnar fara fram.










