Jan Müller
Álvur Haraldsen
Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku vitjaði ein kendur og framstandandi pólskur politikari í Føroyum. Tað var Tadeusz Iwinsky, sum var á veg til Íslands á fund í Europaráðnum, har Ísland í løtuni hevur formansskapin. Undir vitjanini nýtti hann m. a. høvi at hitta pólendingar, sum eru búsitandi og arbeiða í Føroyum. M.a. var hann á Tórshavnar Skipasmiðju, sum nú í mong ár hevur havt pólendingar í arbeiði.
Hann er gestur hjá føroyska bróðurflokkinum. Undir vitjanini støkk Tadeusz Iwinsky eisini inn á gólvið á Sosialinum. Hann ynskti at síggja eina føroyska ávís og annars at greiða frá aktuellu støðuni í Pólandi.
Tadeusz Iwinsky er ikki ein og hvør í pólskum politikki. Hann er næstformaður í javnaðarflokkinum og er uttanríkisráðharri í skuggastjórnini. Um javnaðarflokkurin kemur til valdið eftir valið um tvey ár, er tað rættiliga sannlíkt, at hann verður pólskur uttanríkisráðharri.
Syrgilig søga
Póland man vera eitt tað landið í Europa við tí mest syrgiligu søguni, tá hugsað verður um, at landið hevur ligið sum ?lús millum tvær negl? tvs. at landið hevur ligið kleimt millum Týskaland og Sovjetsamveldið. Veraldarbardagarnar hava ikki verið mjúkir við pólska fólkið.
Men síðani Sovjetsamveldið fór í upploysn og Múrurin fall er nógv broytt í Pólandi. Landið hevur fingið demokrati og roynir nú at koma á føtur búskaparliga. Herfyri gjørdist Póland limur í Nato, og nú stendur limaskapur í EU fremst á skránni.
Men heilt einfalt er tað ikki. Tí Póland skal lúka fleiri treytir, áðrenn tað kann gerast fullgildugur limur í EU. Tí snýr pólskur politikkur seg í dag nógv um, hvussu man útbyggir landið skilabest, soleiðis at landið kann lúka treytirnar fyri EU-limaskapi. Landið vónar at gerast limur í EU í ár 2003.
Høgrastjórn skapar ótryggleika
Í dag skipa ein høgra/liberalur flokkur og Solidarinosq stjórn. Stjórnin er í mótvindi í løtuni og fær ikki stóra undirtøku. Áhaldandi verkfall hava gjørt støðuna hjá stórnini sera ringa. Stjórnin hevur roynt at seta reformar í verk, men av tí at hon ikki hevur sett nóg mikið av pengum av til hesar reformar hevur hon fingið stórar trupulleikar. Sosialurin trupulleikar eru farnir at taka seg upp av álvara. Meðallønin í landinum er eisini sera lág, umleið 400 dollar um mánaðin. Fólk krevja hægri lønir. Javnaðarflokkurin, sum er í andstøðu, hevur bjóðað sær at loysa av eftir næsta val um tvey ár. Forsetaval er um eitt ár. Eisini tað roknar javnaðarflokkurin at vinna. Veljarakanningarnar geva eisini flokkinum stóra framgongd. Við seinasta val fekk flokkurin 37% ella 120 av teimum 460 tingmonnunum og stendur nú til at fáa 39%. Øll vinstrasamgongan hevur í løtuni 164 tinglimir. Av tí at minstamarkið fyri at koma á ting er 5% kann Vinstrasamgongan og harvið javnaðarflokkurin við 39% fáa avgjørdan meiriluta. Annars arbeiða kreftirnar til vinstru í pólskum politikki við at skipa seg enn betri saman í samarbeiðið, í ber heitið ?Demokratiska vinstrasamgongan?.
Tadeusz Iwinsky sigur, at Póland má gjøgnumføra 7 ymsar reformar, skal landið hava møguleika at koma uppí EU og annars fóta sær. Í dag búgva 39 mill. fólk í Pólandi og av teimum eru 9 mill. pensionistar. Nú er pensionsaldurin nakað lægri enn í Vesturheiminum. Hann er ávikavist 65 og 60 ár.
Kolanámini
Ein høvuðstrupulleikin er tann risastóra kolanámsvinnan. Í dag arbeiða framvegis 200.000 fólk í hesi -vinnu, í tilsamans 56 námum. Hesi vóru í síni tíð fleiri enn 70 í tali. Men framleiðslan er nógv minkað. Fyri ikki so langari tíð síðani vórðu brotin 200 mill. tons av koli. Í dag er talið 130 mill. tons. Umframt at vera ein umhvørvistrupulleiki, so er hetta eisini ein trupulleiki fyri arbeiðsmarknaðin. Hvussu kann man umskúla fólk til aðra vinnu? Hetta er ein av teimum tungu reformunum, sum mugu fremjast. Tungídnaðurin sum heild má rationaliserast. Hesin fevnir ikki minst um tær mongu skipasmiðjurnar. Hesar eru førar fyri at lata skip, men eftirspurningurin manglar.
Landbúnaðurin
Ein annar av hesum reformum er landbúnaðurin. Landbúnaðurin er framvegis ómetaliga týdningarmikil vinna í Pólandi, men skal landið upp í EU, so má okkurt gerast fyri at minka um talið á bóndum og smábrúkum. Í dag arbeiða 26% av pólendingum í landbúnaðin. Sama tal fyri EU er 5%. Tað er ikki lætt at umskúla bóndurnar til onnur arbeiði, og tað er heldur ikki lætt at rationalisera og broyta hugburðin í landsbúnaðinum.
Hetta er ein torfør tíð, men hetta hava onnur lond megnað. Eitt nú Írland. Har var eitt skifti 25% av arbeiðandi fólkinum í landbúnaðinum. Í dag er talið 8%. Men tað tók Írlandi 30 ár at fremja hesar kollveltandi broytingar. Pólandi noyðist at klára tær eftir nógv færri árum, og tí er hetta ein stórur trupulleiki sigur Tadeusz Iwinsky.
Annars mugu eisini fremjast reformar á bæði heilsuøkinum, skúlaøkinum, lógar- og fyrisitingarøkinum.
Ovfarin av Føroyum
Tadeusz Iwinsky er sera ovfarin av Føroyum og samfelagnum her. Hann dylur ikki fyri, at hann hevur altíð havt serstakan alsk til oyggjar og oyggjafólk. Hann hevur vitjað í meira enn 180 londum, og tað undrar hann ikki sørt, hvussu væl føroyingar, einans 45.000 íbúgvar, hava megnað at byggja upp eitt so nútímans samfelag og ikki minst at kunna varðveita sín egna samleika - mentan og mál. Hann sær fegin, at samvinnan millum Føroyar og Póland verður útbygd. Tað er gott, at pólskir arbeiðarar kunnu vera her, men hann heldur, at samvinnan átti at verið størri
Ber hesin framstandandi politikarin ikki ótta fyri framtíðini, tá hugsað verður um, hvussu grannalondini hava borið seg at móti Pólandi í langar tíðir.
- Eg plagi at siga tað soleiðis, at okkara gomlu grannar eru ikki til longur. Sovjet er farið í upploysn, og Eysturtýskaland er heldur ikki til longur. Tjekkoslovakia er heldur ikki á landakortinum longu. Ístaðin hava vit fingið fleiri smærri lond til grannar fyri eystan og so sameinda Týskaland til granna fyri vestan.