Putin: - Atlit mugu takast til okkara stúranir

Sambært Verdens Gang tóktist Donald Trump viðtikin og ikki heilt sín egni persónur í høvdinum, røddin var tom, og hann sveittaði um pannuna á tíðindafundinum

Søguligi toppfundurin millum amerikanska og russiska forsetan, Donald Trump og Vladimir Putin, endaði ikki við nakrari avtalu.

 

Spenningurin um fundur var stórur, serliga tá hugsað verður um støðuna hjá Ukraina og russiska álopskríggið á grannalandið, sum nú hevur vart í hálvt fjórða ár.

 

Eftir trimum tímum við samráðingarborðið, komu forsetarnir báðir út av aftur fundinum.

 

Á tíðindafundinum var tað russiski forsetin, sum fyrst fekk orðið, og hann takkaði amerikanska forsetanum fyri samrøðurnar. Russiski forsetin segði, at landið veruliga er áhugað í at fáa ein enda á stríðnum.

 

- Men, atlit mugu takast til allar okkara stúranir, og allar "undirliggjandi" orsøkir til stríðið mugu burturbeinast, segði russiski forsetin.

 

Verdens Gang skrivar, at Vladimir Putin fleiri ferðir hevur endurtikið "undirliggjandi orsøkirnar", og her hugsar hann um russisk krøv, sum Ukraina hevur víst aftur, og sum Evropa eisini heldur vera órímilig.

 

- Eg vóni, at eitt felags forstáilsi fer at føra til frið í Ukraina, segði russiski forsetin á tíðindafundinum, og hann segði seg vóna, at Ukraina og Evropa ikki fara at oyðileggja - ella sabotera - samrøðurnar, sum fara at koma.

 

Síðan tók amerikanski forsetin, Donald Trump, orðið. Sambært Verdens Gang tóktist hann viðtikin og ikki heilt sín egni persónur í høvdinum, røddin var tom, og hann sveittaði um pannuna.

 

- Í forsetaflogfarinum hevði Donald Trump sagt við tíðindafólk, at hann "fór ikki til Alaska fyri heilsuna skuld", men fyri at fáa í lag eina avtalu - kanska eitt hint um, at forsetin ikki var so væl fyri, skrivar Verdens Gang.

 

Á tíðindafundinum byrjaði amerikanski forsetin at rósa sínum vinmanni, Vladimir, og her kallaði hann russiska forsetan við fornavni. Trump tosaði um tey "fantastisku viðurskifti", sum USA og Russland hava.

 

Donald Trump helt eisini, at forsetarnir báðir høvdu havt "ekstremt produktivar" samrøður.

 

- Vit eru ikki komin á mál, men vit hava gjørt framstig, segði amerikanski forsetin. Hann legði aftrat, at eingin avtala er um vápnahvíld, sjálvt um teir báðir vóru samdir í nógvum. 

 

Amerikanski forsetin segði eisini, at tað er eingin avtala, fyrr enn tað er ein avtala, sum hann tók til.

 

Hvørki Vladimir Putin ella Donald Trump søgdu nakað um, hvat teir á toppfundinum vóru samdir um - ei heldur, hvat teir framhaldandi vóru ósamdir um. Trump segði, at teir ikki vóru samdir um "mest avgerandi spurningin".

 

- Um hetta kanska snýr seg um landaøkir, er ógreitt, skrivar Verdens Gang, sum hevur havt fólk í Alaska í samband við toppfundin millum Donald Trump og Vladimir Putin.

 

Uppundir endan av tíðindafundinum segði russiski forsetin á enskum við Donald Trump:

 

– Next time in Moscow!

 

Sambært Verdens Gang tóktist Donald Trump vera tikin á bóli av hesi útsøgn hjá russiska forsetanum, har Vladimir Putin legði upp til ein møguligan næsta toppfund - í Russlandi.

 

- Á, tað er áhugavert, svaraði Donald Trump og legði aftrat, at hann var eitt sindur ivingasamur um innbjóðingina, tí hetta kanska ikki fór at fella í góða jørð. Kortini helt hann fyri, at hetta kanska kundi henda.