Nýggja liðið hjá Teis Horn, TTH Holstebro legði frá landi í bestu donsku hondbóltsdeildini við einum sigri.
Í dysti á heimavølli vann TTH Holstebro 37-33 á Bjerringbro/Silkeborg. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14.
Sunnudagin klokkan 17.30 hevur TTH Holstebro eina sera torføra uppgávu á útivølli móti Aalborg.











