Longi hevur verið stákast í einum fyrrverandi handilshølum á Tvøroyri.
Og tíðindi hava gingið um, at fótbóltslegandan Tódi Jónsson skal lata cefé upp á Tvøroyri.
Nú er sjón fyri søgn:
Longi er tað, ið væl skal vera…
NÚ er løtan komin!
Leygardagin 29. august lata vit dyrnar upp til Kafé Tvørá – og vit gleða okkum ómetaliga nógv at hátíðarhalda dagin saman við tykkum
KL. 14–16Dyrnar lata upp, og vit bjóða ókeypis kaffi & søtt afturvið
Lív & Tróndur koma eisini framvið og spæla nøkur løg.
KL. 17–00: Køkurin letur upp, skriva Poulina og Toda á facebook vanganum hjá Café Tvørá.
Vit feira dagin við sertilboði upp á kongabrettið, vín & kokteylar. Og so eitt stórt TAKK til lokalfólkið, arbeiðsfólkini og øll tykkum, sum á ymiskan hátt hava hjálpt okkum og tikið so væl ímóti okkum sum tilflytarum.
Nú lata vit dyrnar upp – og vóna, at tit fara at fylla Kafé Tvørá við lívi, hugna og góðum løtum
29. AUGUST · KL. 14–00 · KAFÉ TVØRÁ. Vit gleða okkum at síggja tykkum, skriva Poulina og Todi.












