Trump hevur havt ein longri telefonfund við Zelensky

Donald Trump hevur tosað í telefon við bæði ukrainska forsetan og NATO-leiðararnar eftir fundin við Putin.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur havt eina "langa" telefonsamrøðu við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Hvítu Húsini hava boðað frá hesum sambært Reuters.

Eftir samrøðuna við Zelensky hevur Trump tosað í telefon við leiðararnar í NATO.

Hetta hendir, eftir at Trump í gjár hevði hitt russiska forsetan, Vladimir Putin. Teir báðir hittust andlit til andlits í amerikanska statinum Alaska.

Síðani hava teir báðir forsetarnir lýst fundin sum uppbyggjandi, men tað er ikki komið fram júst tað, teir umrøddu.

Sambært Reuters vardi fundurin millum Trump og Putin næstan tríggjar tímar.

/Ritzau/