Hvítabók slær fast: Javnaðaruppskotið er gongd leið

Nú kom hon umsíðir, frágreiðingin sum so nógv hava bíða eftir, summi við bivan, summi við spenningi. Men tey, sum væntaðu sær at fáa svar uppá ella bara eina ábending um, hvørt loysing ella fullveldi eigur at vera framt nú, vóru við sviðusoð.

Fáfongdin

Hvørki Hvítabók ella Fylgibindini 1 og 2 innihalda nakað vísundaligt ella bara nøkulunda logiskt ella objektivt argument fyri, at loysing verður Føroya fólki at gagni. Í hesum er einki løgið, men har aftur ímóti bara tann sannleikin, at avgerðin um at lýsa fullveldi ella ei, í veruleikanum byggir á ?smag og behag?. Kortini verður hildið rimmarfast við uppáhaldið um, at alt annað enn fullveldi og tað beinanvegin, er ómøguligt. Hetta er eyðkent fyri tað tjóðskaparligu fáfongdina, sum í besta føri er heimføðislig, men í ringasta føri er totaliter.


Hugsjónin

Afturímóti stendur tann politikkurin, sum Javnaðarflokkurin hevur í umhugsan. Hetta er ein politikkur, sum ikki tekur støði í undirlutakenslum, stórleikaøði ella øðrum kensluligum fyribrigdum, men sum tekur støðið í rættinum hjá einstaklinginum at hava ávirkan á sína egnu tilveru í sonnum demokratiskum anda. Javnaðarflokkurin hevur, sum stevnu, at verja vunnin rættindi hjá einstaklingum og samfelagsbólkum. Rættindi, ið hava ført tey veikastu í samfelagnum nærri teimum lívskorum og ?treytum, sum hægru samfelagsbólkarnir taka fyri givnar. Javnaðarflokkurin vil tí undir ongum umstøðum vera við til at fremja eina skipan, sum ber í sær, eitt afturstig fyri tey, sum longu framanundan eru fjónað.


Fólkaatkvøða, mannarættur og demokrati

Í búskaparálitinum (Fylgibind 1 til Hvítubók) verður møguleikin at spara blokkstuðulin burturav fíggjarlógini viðgjørdur. Búskaparbólkurin avvísir ikki at hetta ber til, men í Búskaparálitinum stendur, at henda mannagongd fer at hava við sær arbeiðsloysi og at fólk flyta av landinum: ?Tá ríkisveitingarnar minka, verður almenni sektorurin lutfalsliga minni. [_] Hetta ber í sær arbeiðsloysi, og at fólk flyta í onnur lond.? (Síða 117, fjóðra og fimta reglubrot). Við øðrum orðum fer ein skjót loysing at hava við sær álvarsligar avleiðingar fyri nógvar einstaklingar í føroyska samfelagnum. So álvarsligar, at nógvir føroyingar vera noyddir úr arbeiði og, í ringasta føri, at flyta av landinum.

Í demokratinum hevur einstaklingurin rætt til trygd ímóti ágangi frá øðrum, soleingi hann ikki sjálvur fremur ágang mótvegis øðrum. Rættindi, sum hetta, nevnast grundleggjandi rættindi, og uppí bólkin av slíkum hoyrir m.a. rætturin til lív. Lív skal skiljast sum lív í víðari merking, og rætturin til lív fevnir sostatt eisini um rættin til eina tilveru í samfelag við øðrum menniskjum.

Tosa vit um lív í neyvari merking, so er dráp hóttanin ímóti tí grundleggjandi rættindinum. Úr einum mannarættindarsjónarhorni finst eingin verja fyri manndrápi, onnur enn tann, at fordøming ikki verður hildin at vera rímulig tá dráp er framt í sjálvverju, t.e. fyri at verja egið lív, í neyvari merking.

Tosa vit um lív í víðari merking, so er hóttanin ímóti eini tilveru í samfelag við onnur menniskju, útstoytan ? tað verið seg útstoytan úr arbeiðslívinum ella útstoytan úr samfelagslívinum. Úr einum mannarættindarsjónarhorni finst ongantíð nøkur verja fyri útstoytan, tí her kann ongantíð vera talan um sjálvverju. Tað er høpisleyst at siga, at ein demokratisk avgerð kann hava sum avleiðing, at meirilutin fær allan rætt, og at minnilutin verður útstoyttur. Ein slík avgerð hevur einki við demokrati at gera, tí tað er eitt grundleggjandi demokratiskt prinsipp, at júst minnilutar eisini sleppa at virka. Lat tað enn einaferð vera sligið fast at demokrati snýr seg ikki um rættin hjá einum meiriluta til at avgera lagnuna hjá minnilutanum. Demokrati snýr seg harafturímóti um rættin hjá minnilutum til eisini at virka og vera til.

Ein avgerð um at útstoyta ein minniluta er altíð ódemokratisk. Rætturin til eina tilveru í samfelagi við onnur er ein grundleggjandi mannarættur, og grundleggjandi mannarættindi eru ómissandi, og kunnu ikka takast frá fólki, heldur ikki tí at meirilutin sigur tað. Verður ein útstoytan framd, er hon í stríð við altjóða mannrættin og í stríð við demokratiið. Tí er ein fólkaatkvøða, um at fremja tiltøk sum bera í sær útstoyting, ódemokratisk og í stríð við altjóða mannarættin.

Enn er langt á mál

Javnaðarflokkurin kann, sum nevnt, ikki vera við til at fremja eina útstoytan. Javnaðarflokkurin hevur tí, í bóklingi sum flokkurin gav út í vár, skotið upp, at heildarveitingin frá danska statinum verður minkað yvir eitt áramál, eftir einum lykli soleiðis at samsvar er ímillum vøksturin í føroysku framleiðsluni og minkingina í heildarveitingini. Hetta fer at merkja, at vælferðarstøðið í føroyska samfelagnum verður óbroytt tey árini, minkingin av ríkisveitingini stendur við. Arbeiðsloysið veksur ikki orsaka av minkandi ríkisstuðlinum, og tískil verður eingin fólkaflyting úr landinum av teimum ávum. At hetta er ein gongd leið, ásannar búskaparbólkurin í Hvítubók: ?Verður búskaparvøksturin varðisliga mettur til (...) helvtina av søguliga vøkstrinum í útflutninginum, skuldi verið óneyðugt hjá tí almenna at framt beinleiðis niðurskurðir, so hvørt sum ríkisútreiðslurnar minkað, um so er, at tær minkað eftir einum longri áramáli, t.d. 15-20 árum.? (Síða 14, triðjaseinasta reglubrot).

Endamálið við uppskoti Javnaðarfloksins er, at føroyingar skulu hava fullan sjálvsavgerðarrætt. Javnaðarflokkurin ásannar, at politiski avgerðarrætturin er treytaður av búskaparligum sjálvsavgerðarrætti. Búskaparligan sjálvsavgerðarætt fáa føroyingar ikki fyrrenn heildarveitingin er burtur. Tí skulu útvegir finnast fyri at fáa ríkisveitingina burtur úr føroyska búskapinum. Men Javnaðarflokkurin sær ongan trupulleika í, at føroyska samfelagi fær tíð til at laga seg til broyttu fortreytirnar.

Í Hvítubók verður eisini víst á, at áðrenn fullveldi kann gerast veruleiki er neyðugt 1) at føroyska fyrisitingin verður laga betur til føroyskar fortreytir, 2) at tiltøk, sum eru neyðug til tess at tryggja føroyska búskapin, vera framd, og 3) at mannagongdirnar í føroyskum politikki vera styrktar soleiðis at eitt nú fíggjarlógararbeiðið verður merkt av langtíðarætlanum. Hetta eru alt tillaðingar, sum taka drúgva tíð.

Ein onnur avgerandi fortreyt fyri ábyrgdarfullum, men framvegis menniskjansligum, fíggjar- og búskaparpolitikki er, at polariseringin í føroyskum politikki verður tálmað, og til tess er neyðugt at styrkja og menna hugsjónarliga støði undir demokratinum í Føroyum. Skal hetta eydnast, og við hesum ætlanin um einar sjálvstýrandi og fullvaldandi Føroyar, er avgerandi neyðugt, at allir flokkar á Tingið og við teimum allir føroyingar leggja doyðin á, at fáa í lag eina semju um, hvat eru áhugamál Føroya lands og Føroya fólks mótvegis umheiminum.

Hetta er eyðsæð ikki løtuverk, og tískil eiga vit ikki at renna beinini undan okkum í fáfongdari langtan eftir at kunna bringuprýða okkum við tómum heitum. Heldur eiga vit, við støði í Hvítubók, og serstakliga Búskaparálitinum, at fara undir eitt miðvíst orðskifti, við tí fyri eyga at tryggja, at sjálvstýrið kann fremjast uttan tær álvarsligu búskaparligu, og harvið menniskjansligu, avleiðingar, sum fullveldisætlan Landsstýrisins ber í sær.


Stórar avgerðir krevja drúgva umhugsan

Í sinnismuni vera sjálvdan tiknar skilagóðar avgerðir. Tí áttu føroyingar at fingið tíð til at sissa seg, áðrenn teir vera bidnir um at taka støðu til framtíðar lagnu landsins. Tá avgerðin er tikin vendist ikki aftur.

Oftani verður víst til Íslands í 1944, men støðan var ein heilt onnur í Íslandi tá. Íslendingar vóru samdir um loysingina, og høvdu altíð verið tað. So er ikki í Føroyum í dag, men við miðvísum arbeiði og sakligum orðaskifti kemur ivaleyst tann dagur. Latið okkum tí heldur, í frið og náðum, í felag royna at eina framtíðarleið, sum øll kunnu taka undir við. Tað er soleiðis eitt samfelag verður bygt: Við at savna ? ikki við at spjaða!

Tað er mín trúgv og vón, at hetta eisini samsvarar við tað, sum Løgtingsins meiriluti og Landsstýrið veruliga ynskja.


06.09.1999

Jóanes N. Dalsgaard