Hóast tað man teljast millum heimsins minstu reiðarí, so hevur tað stórar ætlanir. Reiðaríðið ?Thor? í Hósvík, sum er einasta av sínum slag í Føroyum, ið virkið er farið inn í offshorevinnuna, ætlar at vera við, tá oljuleiting byrjar við Føroyar um eitt til tvey ár. Í dag eigur felagið 5 skip.
Tað eru fiskiskip og hjálpar- og vaktarskip hjá seismikkskipum. Brøðurnir Hans Andreas og Gunnbjørn Joensen hava báðir drúgvar royndir á sjónum sum ávikavist skipari og maskinmaður, og tað er m.a. við hesi bakgrundini, at teir hava fingið sítt egna reiðarí. Ætlan teirra er m.a. at satsa uppá offshorevinnuna við eitt nú at brúka royndirnar frá fiskivinnuni.
Byrjaðu í 1993
Tað byrjaði í 1993. Fyrst keyptu teir nøkur gomul fiskiskip. Síðani hava teir fingið fleiri skip og hava gjørt tey út til offshorevinnuna eisini. Nú oljuvinnan er við at taka seg upp við Føroyar halda teir báðir brøðurnir, at tað er rætt, at føroyingar sjálvir bjóða seg fram sum veitarar av tænastum til offshorevinnuna. Her hugsa teir fyrst og fremst um hjálpar- og chaseskip og harnæst um bæði standby-, supply- og supportskip.
Fyrstu loyvi ár 2000
Føroyar, sum eru partur av The Atlantic Margin, eru við at gera klárt til fyrstu lisensrunduna nakrantíð. Nú tey fyrstu loyvini verða latin til at bora í ár 2000, verður eisini høvi hjá føroyingum sjálvum at veita tænastur. Og her ætla Joensen-brøðurnir úr Hósvík at vera við.
P/F THOR hevur longu í dag fleiri skip í frálandavinnuni. Reiðaríðið veitir ein røð av tænastum bæði í sambandi við leigu av skipum og ráðgeving.
Her er so eisini flutningur til og frá landi til skip, flutningur av manning, teldutøkni, eykalutum umframt tænastur á landi og á staðnum. Thor er eisini ført fyri at standa fyri verkætlanum av ymsum slag.
Útbúnar og royndar føroyingar heim
-Vit hava ikki sett hetta reiðaríið á stovn eina og aleina við oljuleiting við Føroyar fyri eygað. Í dag arbeiða fleiri hundrað føroyingar umborð á oljuskipum kring allan heimin. Teir eru væl útbúnir og hava drúgvar royndir. Tað er hetta fólkið vit vilja hava heim til at manna ein føroyskan off-shoreflota, sum bæði skal arbeiða úti í heimi og við Føroyar sigur Hans Andreas Joensen, sum eigur partafelagið og annars sjálvur førir fleiri av skipunum.
Tey fáu árini føroyska reiðaríið Thor hevur verið í offshorevinnuni hava teir arbeitt bæði í norskum, bretskum og írskum øki men eisini longur burturi sum í Vesturafrika, í Congo og Gabon.
Bygt upp ekspertisu
Teir hava hesa tíð bygt upp eina ekspertisu, sum teir meta er fult kappingarfør við onnur reiðarí. Ætlanin er at menna reiðaríið og bjóða uppá enn fleiri uppgávur ymsa staðni í heiminum. Tað verða so royndirnar í fremmandum sjógvi, sum skulu koma fyritøkuni til góða, tá verulig leiting tekur seg upp við Føroyar. Longu nú brúka útlendsk seismikkfeløg chasebátar hjá Thor til kanningar við Føroyar.
Við nógva staðnis
Gunnbjørn Joensen er maskinmaður og stendur fyri dagliga rakstrinum av felagnum. Tey eru bert tvey fólk á skrivstovuni, so talan er um ein sera effektivan og bíligan rakstur. Hóast Føroyar liggja fjarskotnar úti í Atlantshavi, so ger tann nýggjasta tøknifrøðin eitt nú innan kommunikatión tað møguligt at reka ein off-shore flota so langt burturi sum í Afrika.
Gunnbjørn Joensen sær fram til eina komandi oljuleiting við Føroyar, men hann ger greitt, at endamál teirra er at vera við í offshorevinnuni ymsa staðni í heiminum. Eins og bróðurin Hans Andreas sær hann tó stórar møguleikar hjá reiðaríinum, tá rættilig gongd kemur á oljuleiting á The Atlantic Margin, sum Føroyar eru ein partur av.
Fyrimunur at brúka føroyskt reiðarí
Ikki tí at hann heldur tað eigur at vera nakað krav frá føroyskum myndugleikum, at eitt nú seismikkfeløgini við lóg skulu tvingast at brúka føroysk hjálparskip. Tvørturímóti er hann fyri fríari kapping alla staðni. Tí má ein gera alt fyri at útvikla seg fyri at vera kappingarførur.
Gunnbjørn Joensen heldur tó, at tað kann vera ein stórur fyrimunur hjá altjóða offshorevinnuni, sum ætlar sær at arbeiða í føroyskum øki, at brúka eitt føroyskt reiðarí, tí hetta hevur serstaka vitan og royndir um økið her, og sum kanska onnur ikki hava í sama mun. Tað er neyvan heldur nakar ivi um, at eitt nú útlendsk seismikkfeløg í størri og størri mun fara at gera brúk av føroyskum hjálpar- og chaseskipum, sohvørt ein veruliga leitingarfasa byrjar.
- Vit hava annars lagt til merkis, at flestu av teimum seismikkskipunum, sum hava gjørt kanningar við Føroyar í seinastuni, hava havt hjálparskip við sær inn á føroyska landgrunninum. Hetta kemur av, at oftani hava tey bundið seg til at brúka eitt ávíst hjálparskip yvir eitt longri tíðarskeið, og er tað eisini so, at føroyskir mynguleikar hava ikki sett nakað krav um, at hjálpar- og vaktarskip skulu vera føroysk. Men tað hevur kortini eydnast Thor at fáa chartur í føroyskum øki.
Skipini hjá Thor hava arbeitt fyri fleiri av teimum størstu og mest kendu seismikkfeløgunum, eitt nú Western, PGS og Geco Prakla. Í løtuni verður arbeitt við at fáa reiðaríið ISO góðkent, soleiðis at felagið lýkur tey strangastu altjóða krøvini til bæði dygd, trygd og umhvørvi umborð á skipum.
50 fólk í arbeiði
Í dag eru 50 fólk í arbeiði hjá Thor. Alsamt fleiri ungir føroyingar vilja sleppa við skipunum, nú off-shorevinnan nærkast Føroyum. Roynt verður alla tíðina at menna fyritøkuna til at ganga øllum hugsandi krøvum á møti, og í løtuni verður hugt eftir chartur til bæði standby- og supplyskip. Fæst ein sáttmáli, so verður skip leigað ella bygt. Í løtuni lúra teir eftir einum sáttmála til eitt supportskip, sum teir hava í umbúnað at keypa. Tað kostar einar 80 mill. kr. Tørvurin á supportskipum til mongu seismikkskipini er vaksandi. Eisini fylgja teir báðir Joensen brøðurnir væl við, hvat hendir á kaðalskipamarknaðinum. Tí nú nógvir kaðalar skulu skiftast út um alla verðina er brúk á hesum skipum. Og hesi skip skulu so eisini hava hjálparskip, og har ætlar Thor sær at vera við í kappingini.
Annað beinið í fiskivinnu - hitt í frálandavinnu
-Hóast vit eru eitt lítið reiðarí í einum lítlum landi, so halda vit okkum eiga eitt gott fólkagrundarlag og royndir annars til at fara meira miðvíst inn í off-shorevinnuna sigur Hans Andreas Joensen. Eitt reiðarí, sum bæði virkar innan fiskivinnu og innan frálandavinnu er kanska ein tann besta loysnin í framtíðini her um leiðir. Hann heldur eisini, at tað er gott og sunt fyri føroyska samfelagið at fáa fleiri bein at standa á, og her kann eitt reiðarí sum Thor í Hósvík verða eitt stig á leiðini. Hans Andreas Jeonsen dylur heldur ikki fyri, at teir við eitt nú at luttaka á oljumessum so sum henni í Aberdeen í september bæði vilja vísa á góða førleikan hjá felagnum at veita tænastur í sambandi við oljuleiting við Føroyar men eisini aðrastaðni í heiminum.