Troels Lund Poulsen bráðfeingis skurðviðgjørdur í eygunum

Formaðurin í danska flokkinum Vinstra, Troels Lund Poulsen, varð um vikuskiftið raktur av eygnasjúku og varð skurðviðgjørdur bráðfeingis leygarkvøldið.

Troels Lund Poulsen skrivar á Facebook, at eygnaskurðviðgerðin gekk væl, men at hann noyðist at halda seg róligan. (Savnsmynd). - Mynd: Tom Little/Reuters

Tað skrivar hann í einum uppslagi á Facebook mánadagin.

– Til alla lukku gekk skurðviðgerðin væl, og eg havi tað eftir umstøðunum gott. Men skurðviðgerðin hevur við sær, at eg skal halda meg róligan næstu sjey til tíggju dagarnar, skrivar formaðurin.

Fráboðanin kemur mitt í samráðingunum um nýggja stjórn. Skal Vinstri luttaka í samráðingunum næstu sjey til tíggju dagarnar, verður tað uttan Troels Lund Poulsen, upplýsir tíðindatænastan hjá Vinstra.

Mette Frederiksen kannar í løtuni eina stjórn, sum er mannað við Sosialdemokratunum, SF og Radikala flokkinum.

 

/Ritzau/

 

Troels Lund Poulsen skrivar á Facebook, at eygnaskurðviðgerðin gekk væl, men at hann noyðist at halda seg róligan. (Savnsmynd). - Mynd: Tom Little/Reuters