Smyril hevur verið darvaður í siglingini um páskirnar, og broytingar og avlýsingar hava verið í ferðaætlanini.
Fleiri hundrað fólk máttu leygarmorgunin í land aftur av Smyrli, tí skipið sigldi ikki, tí brek var í eini køliskipan.
Men nú tykist alt at vera í ordan aftur við Smyrli.
Strandferðaslan hevur hesi boð í dag á ssl.fo:
Arbeiði á kølivatnsskipanina á Smyrli er nú liðugt og Smyril siglir aftur við øllum fýra motorunum.











