Summarið er farið at halla, og heystið er nær. Flestu skúlar eru byrjaðir aftur, og gerandisdagurin er nú vanligur aftur hjá mongum.
Nú nærkast eisini tíðin, tá nátungi kann takast á báti. Í dag skriva vit 24. august, og hetta er tíðin, tá menn rigga seg til teir fyrstu nátatúrarnar á báti.
Tað kann vera eitt sindur ymiskt - frá ári til ár, nær nátungin lættir sær á og flýgur úr reiðrinum. Hetta veldst um veðrið, men eisini, nær fuglurin hevur vorpið.
Lotar hann frískligt, nú tíðin er so nær, kann ungin kenna, at nú ber til at lætta sær á. Aðrir verða sitandi longri í berginum – ja, kanska einar 8-10 dagar inn í september.
Tá henda vikan fer at halla, er væntandi, at teir fyrstu nátungarnir koma á sjógvin.
Síðan plagar besta nátungatíðin at vera um mánaðarskiftið august/ september - og kanska eina viku inn í september ella so.
Nátin hevur eins og annar sjófuglur verið í minking, men tað hevur verið so nógv til av náta, at minkingin hevur ikki verið so sjónlig, sum við øðrum sjófugli.
26. august, sum er mikudagin, er líradagur, og tá plagdu menn at draga líra við króki. Nakrar dagar seinni var vanligt at taka líra við lykt í kvøldarmyrkrinum.
##med2##











