Føroyar vilja skjótari kunna banna nýggj rúsevni

Føroyar skulu frá 1. januar hava fult ræði á málsøkinum rúsandi evni. Ein høvuðsorsøk er, at tað í dag tekur ov langa tíð at fáa nýggj rúsandi evni undir lógarreglurnar.

Landsstýrið ætlar at yvirtaka málsøkið rúsandi evni frá Danmark.

 

Tað stendur í lógaruppskoti, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Verður uppskotið samtykt, kemur yvirtøkan í gildi 1. januar 2027.

 

Málsøkið er í dag felagsmál, hóast tað verður umsitið og í høvuðsheitum fíggjað av føroyskum myndugleikum.

 

Men verandi skipan er ov tung, heldur landsstýrið.

 

Serliga verður víst á trupulleikan við nýggjum rúsevnum, sum koma á marknaðin.

 

– Viðvíkjandi rúsandi evnum er alneyðugt, at nýggj rúsandi evni stundisliga verða sett á listan yvir evni, ið einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

 

Heilsu- og orkumálaráðið sigur seg hava royndir við, at tað tekur sera langa tíð at broyta galdandi kunngerð, tá nýggj rúsandi evni skulu á listan.

 

Orsøkin verður mett at vera, at málsøkið framvegis er felagsmál.

 

Sleppa undan donsku umvegunum

 

Í dag krevur lóggávan á økinum millum annað kongligar fyriskipanir og kunngerðir, og tað leggur eyka lið afturat tilgongdini.

 

Tá málsøkið er yvirtikið, kunnu føroyskir myndugleikar sjálvir gera løgtingslógir og kunngerðir á økinum.

 

– Um føroyskir myndugleikar yvirtaka ábyrgdina av málsøkinum, verður tað lættari og skjótari at dagføra galdandi kunngerð um rúsandi evni, stendur í lógaruppskotinum.

 

Yvirtøkan merkir, at føroyskir myndugleikar fáa bæði lóggávuvaldið og útinnandi valdið á økinum.

 

Samstundis verður møguligt at laga lóggávuna meira beinleiðis til føroysk viðurskifti.

 

Lógin hevur røtur aftur til 1956

 

Føroyska lóggávan um rúsandi evni byggir í dag millum annað á donsku lógina um euforiserende stoffer, sum fyrstu ferð varð sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan í 1956.

 

Lóggávan er síðani broytt fleiri ferðir, seinast við reglum frá 2025.

 

Føroyar eru eisini bundnar av altjóða skyldum á økinum, millum annað ST-sáttmálum um narkotisk og psykotrop evni.

 

Verður uppskotið samtykt av Løgtinginum, verður málsøkið rúsandi evni føroyskt sermál frá 1. januar 2027.