Landsstýrið hevur at fáa málið í fíggjarnevndina við tað sama og seta tað í verk, soleiðis at havnin kann verða útbygd og sum so aftur kann skapa fortreytir fyri tí stóru vinnulívsætlan, sum fuglfirðingar [...] okkara. AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga eitt virki og dugnalig fólk, sum nú í meira enn 30 ár hava arbeitt pelagiskan fisk og sum nú í longri tíð hava ynskt at útbyggja møguleikarnar fyri at troyta [...] sum standa aftanfyri og eggja teimum til at halda fram, tá sami maður í Tinganesi antin setir fót fyril málinum ella letur tað sleppa at sovna! NÚ er nokk tosað og skrivað. Nú má og skal nakað henda. L
r. Men tað er sum at sletta vatn á gás. Eins og ein fyrrverandi formaður í Sambandsflokkinum tykist Edmund Joensen at halda, at tað er einki galið við honum. Tað er hinum okkurt bagir. MEN tað skerst ikki [...] tíðina ligið á ljóðið, at hesar skulu verða í heyst. Nú sigur løgmaður, at samráðingarnar skuldu bara byrja, og at embætismenn hava havt sínámillum fundir. Men forsætismálaráðið og føroyski almenningurin [...] løgmans siga hart og tutla um í krókunum. MEN løgmaður kann ugga seg. Ein rósar honum kortini - og tað er eingin mætari enn Pauli Ellefsen, sum heldur, at vit kundu ikki havt betri løgmann. Tað sama siga heili
gott og sunt fyri demokratiið, at fólk í einum flokki hava møguleika til at finnast at sínum egnu. Og tora at gera tað. So er. Men tá talan er um flokk, sum situr við ábyrdini av landinum, átti hetta at [...] samgongu, havast at løgmanni. Tað óvanliga í dag er, at politikarar í flokkinum hjá løgmanni taka blaðið frá munninum og alment finnast harðliga at sínum egna formanni og løgmanni. EIN kann siga, at hetta er gott [...] við løgmann. TAÐ er einki óvanligt í tí, at ein til hvørja tíð sitandi løgmaður fær av at vita frá teimum flokkum, sum sita í andstøðu. Tað tykist heldur ikki at vera nakað ónáttúrligt í tí, at flokkar, sum
fyri bygina og oynna alla. TAÐ er leiðslan í Fiskavirking og í Framtaksgrunnurin, sum eftir øllum at døma hava mett, at tað loysir seg ikki at hava virkið í Miðvági gangandi. Tað er rætt og slætt ikki økonomiur [...] vikuni, at fyritøkan kundi ikki reka sosialpolitikk. EFTIR okkara tykki ber ikki til bara at standa og hyggja at, meðan virkið verður stongt og fólkið koyrt til hús. Sjálvandi ber tað ikki til at hava eitt [...] í vegin fyri, at kommunur og landið kunnu stuðla virkseminum í eini bygd. Og er tað so, at vit við teimum avtalum, sum eru gjørdar við danir, forða eitt nú kommunum og lokalsamfelagnum at seta pengar í
landinum, men tað er einki at taka seg aftur í, at vit fegnast øll um at fáa vitjanir úr útheimi til okkara fjarðskotnu oyggjar. Í LØTUNI er Tórshavnar Jazz-, fólka- og bluesfestivalur í Havn, og í tí sambandinum [...] gleðina av at bjóða útlendskum tónleikagestum vælkomnum her á landið, og bara í ár hava vit havt møguleikan at uppliva fleiri heimskend nøvn sum t.d. Staus Quo og Blur. VIT HAVA sjálvi eitt ríkt og fjølbroytt [...] Etta Cameron á palli, og í kvøld fer Bitch Boys við m.a. Anne Linnet at framføra. SAMAN VIÐ øllum hesum útlendskum gestunum fáa eisini føroyskir tónleikarar høvi at framføra, og hesir fýra dagarnir við
ætlan nógva umrøðu og vit hava eisini sagt okkara hjartans meining um hana, nevniliga, at her er talan um eitt ómetaliga gott høvi hjá vinnuni at fóta sær aftur og at bróta upp úr nýggjum. At troyta fiskasløg [...] ynski um at kunna fara undir at útbyggja møguleikarnar fyri at taka ímóti pelagiskum fiskasløgum fyri harvið at skaffa fleiri fólkum arbeiði og fyri at vaksa um útflutningsvirðið. ROYNT hevur verið at kunna [...] landsstýri umð at bera so í bandi, at havnin verður útbygd. Skulu stór skip leggja upp fisk og avskipa hann, so má havnin dýpast. MEN gakk. Ístaðin fyri at brúka orku og kreftir uppá at stuðla fuglfirðingum
avdúkandi, at tað einasta rætta var, at samgongan tók avleiðingarnar og legði frá sær. Hvar í allari víðu verð kundi tað hent, at fyrst fíggjarmálaráðharrin leggur eftir sínum medráðharrum fyri at hava sovið [...] landsstýrisarbeiðinum og ikki minst í smíðanini av einum fíggjarlógaruppskoti, at tað átti ikki at komið fyri, at landsstýrismenn hvør í sínum lag brigda hvønn annan fyri ikki at hava røkt sítt arbeiði [...] Heldur enn flytingar eigur sjúkrahúsið at verða bygt út. VIT halda, at Tórsvøllur eigur at gerast. Tí halda vit tað vera burturvið, tá ávísir politikarar royna at føra hetz á tingi móti hesi skilagóðu ætlan
negativan. TAÐ finst neyvan tað samfelagið, har tað ikki henda mistøk, og har tað ikki ber til onkursvegna at útnytta systemið, sum tað verður tikið til. Men hví júst tey arbeiðsleysu, tey veiku og sjúku altíð [...] syrg fyri, at hesin fólkafloksmaðurin ikki verður valdur aftur. Skulu vit til at byggja upp aftur virðing og álit millum danir og føroyingar - og tað skulu vit -verður tað ikki gjørt við at velja fólk [...] Breckmans! Og til tað kunnu vit bert endurtaka, at tað í okkara verð er ófatiligt og eisini sera avdúkandi, at ein so stórur flokkur sum fólkaflokkurin vil leggja navn til slíka skammiliga og vanvirðiliga
útsett nakað. Tað er stórur spenningur millum oljufeløg um hvat fer at henda bæði við marki, lóggávu, útbjóðing og treytum. Vit kunnu rokna við, at tað vera fleiri oljufeløg, sum als ikki fara at bjóða í eini [...] kann ein gera ta niðurstøðu, at bretar hava als ongan skund við at fáa eina avtalu við føroyingar um markið. Taktikkurin hevur verið og er at fáa tað at síggja út sum, at teir hava skund, men í veruleikanum [...] myndugleikar at útseta eina komandi útbjóðing, tí eingin loysn er funnin á marknaósemjuni, kann tað gera, at fleiri av oljufeløgunum, sum í dag eru sinnað at gera íløgur her, fara at taka seg aftur og heldur
myndina, men tað fer so at vísa ein tendens. Og spurningurin er so um hann verður í tráð við seinastu veljarakanningina, ið varð gjørd fyri stuttum. VIÐ seinasta fólkatingsval fingu fólkaflokkurin og samban [...] fólkatingslimirnir verða skiftir út við nýtt og frískt blóð. Við fólk, sum síggja frameftir heldur enn bara at tosa um fortíðarinnar syndir og langa út í allar ættir. Við fólk, sum megna at samskifta við nærum [...] brýr aftur millum londini heldur enn at vera við til at bróta enn meira niður. UPPGÁVAN hjá komandi fólkatingsumboðum eigur at vera saman við landsstýri og stjórn at finna eitt felags stev, har álit avloysir