VIT ákæra. Løgmann og alt fylgi hansara í Tinganesi. Fyri eina ótrúliga vánaliga og vanvirðiliga handfaring av eini tí størstu og kanska mest áhugaverdu vinnuætlan í føroyskari søgu. Tað snýr seg um ætlanina at gera Fuglafjørð til pelagiskan miðdepil í Atlantshavi.
VIT hava her í blaðnum givið hesi ætlan nógva umrøðu og vit hava eisini sagt okkara hjartans meining um hana, nevniliga, at her er talan um eitt ómetaliga gott høvi hjá vinnuni at fóta sær aftur og at bróta upp úr nýggjum. At troyta fiskasløg, ið svimja við strendur okkara og sum kunnu økja um inntjeningina hjá hesum samfelag.
TAÐ arbeiði og tann áhugi, sum vinnulívsfólk og eisini kommunan í Fuglafirði hava lagt í hesa ætlan er alla æru vert og hava hesi fólk ikki uppiborið ta viðferð, sum alt hetta málið hevur fingið frá sitandi landsstýri.
FORRESTIN - er tað ikki eitt super vinnulívslandsstýrið, sum í dag stýrir landinum - við ein-um fólkaflokki og einum sambandsflokki, sum altíð geva seg út fyri at vera veruligu vinnulívsflokkarnir í landinum! Og hvat gera so hesi flokkar við tey initiativ, sum koma frá vinnulívsfólki og kommunum! Jú teir súlta málið.
SØGAN er tann, at kommunan og vinnulívið í Fuglafirði nú í fleiri ár havahavt eitt ynski um at kunna fara undir at útbyggja møguleikarnar fyri at taka ímóti pelagiskum fiskasløgum fyri harvið at skaffa fleiri fólkum arbeiði og fyri at vaksa um útflutningsvirðið.
ROYNT hevur verið at kunna landspolitikarar um málið, og landsstýrið hevur fingið sendandi hópin av uppskotum og kunning annars um projektið. Fyri í heila tikið at kunna fara undir slíkt projekt, mugu eisini fortreytirnar verða í lagi, og hava fuglfirðingar hava heitt á landsstýri umð at bera so í bandi, at havnin verður útbygd. Skulu stór skip leggja upp fisk og avskipa hann, so má havnin dýpast.
MEN gakk. Ístaðin fyri at brúka orku og kreftir uppá at stuðla fuglfirðingum í at røkka á mál, hevur landsstýrið als ikki latið við seg koma. Undir fíggjarlógarviðgerðini kom tað týðuliga fram, hvussu óhugnaliga óprofessionell og negativ arbeiðsgongdin er í Tinganesi. Nú skylda allir uppá hvør annan, at einki er hent í málinum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum yppir bara øksl og sigur, at hetta er nakað, sum hansara kollegar áttu at tikið sær av osfr. Formaður sambandsfloksins á tingi roynir eisini at vaska sínar hendur og stendur spyrjandi. Nei so lætt átti hann ikki at sloppið. Sum høgra hond løgmans og tingmaður úr Eysturoynni kundi hann gjørt meira fyri hesi ætlan. Alt tykist at enda á borðinum hjá kommunumálaráðharranum. Tað kann ikki koma víðari, tí avtalan við danir sigur, at tað almenna má ikki veðhalda fyri havnaútbyggingum.
ÁLVARATOS! Hevði landsstýrið nakran ítøkiligan vinnulívspolitikk, so varð hetta málið ikki bara steðgað upp orsakað av avtaluni við danir. Ynskti landsstýrið at prioritera hetta stóra álvarsmálið, so kundi tað fyri langari tíð síðani givið fuglfirðingum tilsøgn um at fara í gongd. Ja landsstýrið átti at eggjað monnum og kvinnum í Fuglafirði til at skunda undir málið, soleiðis at tað stóra tilfeingi av pelagiskum fiski ikki gleppur okkum av hondum. Málið um pelagiska miðdepilin í Fuglafirði er besta dømið um, at vit hava eitt landsstýrið, sum ikki bert er fullkomiliga initiativleyst á vinnuøkinum men sum eisini mótarbeiðir teimum, ið hava vissiónir og hugskot og haraftrat ítøkiligar ætlanir.









