Nú sansar at hjá løgmanni

.

NÚ sansar av álvara at hjá Edmundi Joensen, løgmanni. Atfinningarnar koma frá vinstru og høgru - frá egnum partamonnum og frá samgongufeløgum.


NEYVAN nakrantíð áður hava atfinningarnar móti einum politiskum leiðara verið so hvassorðaðar. Men tað er sum at sletta vatn á gás. Eins og ein fyrrverandi formaður í Sambandsflokkinum tykist Edmund Joensen at halda, at tað er einki galið við honum. Tað er hinum okkurt bagir.


MEN tað skerst ikki burtur, at okkurt haltar hjá løgmanni. Taka vit uppskotið til fíggjarlóg, so víst orðaskifti á Tingi, at uppskotið slettis ikki er samskipað, tá tað snýr seg um íløgur og hvussu tær skulu raðfestast. Har er eingin semja og fíggjarnevndin fær tí úr at gera.


TAKA vit leiklutin hjá løgmanni, so var hann ikki til steðar, tá fíggjarlógaruppskotið varð viðgjørt. TAð er annars tann lóg, sum er grundarlag undir rakstri samfelagsins. Og tá løgmaður so endiliga kemur á Ting, leggur hann eftir løgtingsformanni, landsstýrismonnum og tingmonnum. Ikki serliga virðisligt og løgmaður tykist gloyma, at hann er tænari Tingsins.


TAKA vit samráðingarnar við donsku stjórnina, so hevur alla tíðina ligið á ljóðið, at hesar skulu verða í heyst. Nú sigur løgmaður, at samráðingarnar skuldu bara byrja, og at embætismenn hava havt sínámillum fundir. Men forsætismálaráðið og føroyski almenningurin tykist hava eina aðra hugsan.


TRUPULLEIKARNIR, sum hava stungið seg upp viðvíkjandi løgmanni, eru ikki bara trupulleikar í Sambandsflokkinum ella ís amgonguni. Teir hava eisini ávirkan á støðuna og á gongdina í samfelagnum tí alt ov nógv liggur á láni. Tað tykist sum eingin politisk og fyrisitingarlig samskipan er í landsstýrinum og hetta er nakað av tí, sum partamenn løgmans siga hart og tutla um í krókunum.


MEN løgmaður kann ugga seg. Ein rósar honum kortini - og tað er eingin mætari enn Pauli Ellefsen, sum heldur, at vit kundu ikki havt betri løgmann. Tað sama siga heili 7 prosent av føroysku veljarunum. Alt hetta merkir, at dagarnir hjá Edmundi Joensen sum politiskur leiðari helst eru taldir, tí hann kann hvørki samskipa Sambandsflokkin ella landsstýrið.