Marknatrætan við Bretland kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri leiting á landgrunninum. Fara føroyskir myndugleikar at útseta eina komandi útbjóðing, tí eingin loysn er funnin á marknaósemjuni, kann tað gera, at fleiri av oljufeløgunum, sum í dag eru sinnað at gera íløgur her, fara at taka seg aftur og heldur brúka pengarnar aðrastaðni. Feløgini, sum hava brúkt nógvar pengar uppá at keypa seismikk, fáa ikki brúkt hetta tilfariðverður útbjóðing at bíða í drúgva tíð. Tað vilja tó vera oljufeløg, sum ikki fara at taka seg aftur hvat enn hendir við marknasamráðingunum ella um ein lisensrunda skuldi verið útsett nakað.
Tað er stórur spenningur millum oljufeløg um hvat fer at henda bæði við marki, lóggávu, útbjóðing og treytum. Vit kunnu rokna við, at tað vera fleiri oljufeløg, sum als ikki fara at bjóða í eini føroyskari lisensrundu, um ikki Hvíta økið er við, men tað fara at vera fleiri oljufeløg og samtøk, sum ikki sleppa Føroyum, líkamikið um semja er gjørd um markið ella um lisensrundan verður nakað útsett. Afturfyri rokna tey so við at kunna standa betri í eini komandi útbjóðing.
Tað ljóðar , at oljulóggávan verður løgd fyri tingið skjótt. Spurningurin er, nær ein lóggáva verður samtykt, og nær reglur og treytir til eina fyrstu útbjóðing verða gjørd. Stóri spurningurin í hesum, ið møguliga beinleiðis ella óbeinleiðis er við til at seinka eina komandi útbjóðing, er ósemjan við bretar. Spurningurin er so aftur, hvør parturin - føroyingar ella bretar - hevur mest skund at fáa loyst marknatrætuna. Tað veldst sjálvandi um við hvørjum brillum tú sær hetta.
Eina løtu kann tað síggja út til, at tað eru føroyingar, sum hava mest skund, tí føroyingar hava ikki ráð til at útseta eina komandi útbjóðing. Hetta vita bretar, sum tí vilja lora eitt sindur út fyri harvið at fáa føroyingar á gloypa agninum. Teir halda seg vita, at føroyingar eru noyddir at skunda undir eina loysn, so tað slepst í gongd við leiting á føroyskum øki.
Tú kanst so eisini velja at síggja hetta á tann hátt, at tað eru bretar, sum hava mest skund at fáa eina loysn, tí oljuvinnan leggur trýst á stjórnina fyri at sleppa út í tað umstrídda ?Hvíta økið?.
Spurningurin er hvørjum tú skal trúgva. Tað er neyvan nakar ivi um, at Bretland fer ikki uttan víðari at geva nakað frá sær fyri okkara skyld. Talan kann vera um so stórar upphæddir, at lata bretskir embætismenn føroyingum øki, sum seinni vísa seg at goyma nógva olju og gass, so verður hetta at minna nógv um støðuna í Norðsjónum, tá mark varð ásett í skundi. Havast skal m.a. í huga tað, sum hendi í Norðsjónum millum Bretland og Noreg fyri skjótt 30 árum síðani, tá markið varð ásett millum londini. Tá góðtóku bretar norska ynskið ella kravið um miðlinjumark. Og hetta mark varð sett uttan hjálp frá fylgisveimum og kom at liggja væl nærri Bretlandi enn ein verulig miðlinja vildi verið, um hon varð ásett í dag. Men hvussu og ikki so eru teir bretsku embætismenninir, sum góðtóku norsku ?miðlinju?-krøvini á sinni, alt annað enn keisarans vinir í Bretlandi í dag. Støðan er nevniliga tann, at fleiri av teimum seinastu stóru oljufundunum so sum Stratford, eru fyri stóran part á norskum øki.
Soleiðis sum Sosialurin hevur skilt støðuna eftir at hava tosað við embætisfólk í Bretlandi, so ríður miðlinjumarkið við Noreg embætisfólkum sum ein marra, og teir, sum í dag standa fyri samráðingunum, vilja ikki gera somu mistøk sum teirra undanmenn gjørdu tað í 60-unum. Við øðrum orðum hevur semjan við Noreg um miðlinju verið Bretlandi ein lærupeningur, og tí vilja bretar ikki gera eina semju við føroyingar sum líkist henni við norðmenn á sinni. Hvat nú um tað vísir seg, at tær stóru oljugoymslurnar - um tær eru til um hesar leiðir - liggja beint vestan fyri tí miðlinju, sum í dag er fiskimark! Tá hava bretar endurtikið Norðsjóvarloysnina 30 ár frammanundan. Tvs. latið frá sær rættin til stórt ríkidømi, hesaferð á Atlantsmótinum.
Annað, sum talar fyri, at bretar ikki hava skund at fáa eina avtalu við føroyingar, er, at nógv nýggj øki eru boðin út og onnur verða boðin út í bretskum øki. Eitt nú hevur Bretland við at designera part av Hvíta økinum, latið dyrnar upp til eitt øki, sum oljuvinnan fegin vil hava hendur á. Út frá hesum kann ein gera ta niðurstøðu, at bretar hava als ongan skund við at fáa eina avtalu við føroyingar um markið. Taktikkurin hevur verið og er at fáa tað at síggja út sum, at teir hava skund, men í veruleikanum hava teir góða tíð.Ein kann spyrja, um tað ikki hóvar bretsku stjórnini væl, tá oljufeløg ?leggja trýst? á føroyskar myndugleikar at fáa eina semju við bretar um markið, tí uttan hana verður ein føroysk útbjóðing ikki so áhugaverd. Út frá hesum kann ein gera ta niðurstøðu, at tað eru føroyingar, sum sita við svartaperi. Bretar vita hvussu týdningarmikið tað er fyri føroyingar at varðveita áhugan hjá oljufeløgum og til tess mugu føroyingar helst eisini bjóða øki út, sum í dag eru partur av ósemjuni við Bretland. Tvs. at trýstið, sum er á føroyingar í sambandi við leiting, kann koma at gera, at føroyingar verða noyddir at slaka fyri at fáa eina semju við Bretland. Tey øki, sum vit tá missa, kunnu seinni vísa seg at vera ein endurtøka av ?Ekofisk? syndrominum, har Bretland við at slaka ov skjótt mótvegis Noregi gav norðmonnum øki, sum seinni skuldi vísa seg at vera millum tey ríkastu oljuøkini í Norðsjónum Talan er um týðandi avgerðir fyri Føroya framtíð, sum okkara politikarar skulu taka í næstum. Øðrumegin kunnu vit ikki seinka eini náttúrligari gongd - hinumegin mugu vit heldur ikki skunda okkum so nógv, at vit leypa framav.










