Í HM-fjórðingsfinaluni í Westfalenhalle í Dortmund vann Týskland greiðan 30-23 sigur á Brasil.
Longu í steðginum var Týskland frammanfyri við seks málum, 17-11, og tær megnaðu at halda munin í seinna hálvleiki.
Týskland hevur ikki vunnið nakað heiðursmerki í 18 ár, og tí kom hesin sigurin sera væl við hjá stóru hondbóltstjóðini.
Í hálvfinaluni fríggjadagin møtir Týskland vinnarin av fjórðingsfinaluni millum Danmark og Frakland, ið spæla í Rotterdam í kvøld klokkan 20.
HER ber til frá ZDF at síggja ein samandrátt frá fjórðingsfinaluni millum Týskland og Brasil:
##med2##











