Enn fleiri tingfólk fingið hóttanir

Í gjár frættist, at nøkur tingfólk høvdu fingið hóttanir umvegis sms, tí at tey høvdu atkvøtt fyri uppskotinum um fría fosturtøku

Nú hava nakrir politikarar afturat boðað frá, at teir eisini hava fingið hóttan.

 

 

 

 

 

Allir politikarar hava fingið somu boð, har tað stendir, at »It is just to kill a child murderer«, sum kann týðast til, at »tað er lov at drepa ein barnamordara«.

 

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, er ein av tinglimunum, ið hevur fingið hesi »óunniligu boðini«, sum hann málber seg.

 

Hann uppfatar hetta sum eina óbeinleiðis hóttan eftir lívinum.

 

Løgreglan sigur, at tey vita, at  boðini eru frá einum manni, sum býr í Danmark - men hann er ikki føroyingur.

 

Løgreglan sigur, at talan er um ein mann, sum hevur sálarligar trupulleikar og hann er kendur í ymsum skipanum í Danmark.

 

Men tey siga eisini, at tey taka málið í størsta álvara. Fyribils verða allar fráboðanirnar skrásettar og sostatt skal ein løgfrøðilig meting gerast av um hetta eru eini boð, sum kunnu elva til ótta hjá løgtingslimunum.

 

Sostatt er maðurin, sum hevur sent boðini, ikki handtikin, sigur løgreglan.