Fólkatingsumboð sum tæna Føroyum

.

SKULU vit ganga eftir tíðindunum í almennu loftmiðlunum fer danski forsætisráðharrin møguliga at skriva út nýval til fólkatingið longu í dag. Valið verður so um einar tvær vikur.


ÁHUGAVERT verður at vita, hvørja kós teir føroysku politisku flokkarnir fara at leggja seg á, um fólkatingsvalið verður nú umleið eitt ár, áðrenn skeiðið er útrunnið og nú bankakanningin ikki er liðug og har vit eiheldur hava havt fund við danir um skuldina.


EITT fólkatingsval nú vil møguliga vera ein gott barometur fyri undirtøkuna teir einstøku flokkarnir vilja fáa til eitt komandi løgtingsval um minni enn eitt ár. Sjálvandi fer úrslitið av einum fólkatingsvali ikki at vísa ta røttu myndina, men tað fer so at vísa ein tendens. Og spurningurin er so um hann verður í tráð við seinastu veljarakanningina, ið varð gjørd fyri stuttum.


VIÐ seinasta fólkatingsval fingu fólkaflokkurin og sambandsflokkurin hvør sítt umboð á fólkating. Javnaðarflokkurin, sum hevur átt umboð á fólkatingi í nógv skeið, mátti lúta fyri teimum báðum borgarligu flokkunum, og vit fingu harvið eina skeiva javnvág.


NÚ er føroyska fólkatingsumboðanin oftani meira ein spurningur um persónsval enn um politiskar ideologiur ella ávísan politikk. Eitt nú hevur Óli Breckmann fingið undirtøku frá øllum teimum mongu ultrakonservativu afturhaldskreftunum í føroyska samfelagnum. Hesar hava rætt og slætt savnað seg um hann. At sambandsflokkurin fekk mann valdan var kanska meira í tráð við ta sambandsbylgju, sum tók seg upp um tað mundið.


EFTIR okkara tykki hava vit føroyingar brúk fyri at fáa persónar valdar á fólkating, sum í størri mun virka fyri Føroyum enn fyri júst sínum egna flokki ella síni egnu ideologi. Tað er eftir okkara tykki uppá tíðina, at núverandi fólkatingslimirnir verða skiftir út við nýtt og frískt blóð. Við fólk, sum síggja frameftir heldur enn bara at tosa um fortíðarinnar syndir og langa út í allar ættir. Við fólk, sum megna at samskifta við nærum allar síður av fólkatinginum.


LATIÐ okkum velja nýggjar fólkatingslimir, sum vilja bróta upp úr nýggjum og sakliga men eisini avgjørdir greiða donskum polikarum frá viðurskiftunum í Føroyum og ávara móti tí, sum er við at henda í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Vit hava ikki brúk fyri føroyskum umboðum á fólkatingi, sum bara dyrka klandurið og ónøgdina. Vit hava brúk fyri fólkum, sum kunnu lyfta seg upp á eitt hægri støði og á konstruktivan hátt vilja fremja nøkur positiv ting, sum kunnu gagna viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Tvs. byggja brýr aftur millum londini heldur enn at vera við til at bróta enn meira niður.


UPPGÁVAN hjá komandi fólkatingsumboðum eigur at vera saman við landsstýri og stjórn at finna eitt felags stev, har álit avloysir misálit. Ein av mest týðandi uppgávunum er eftir okkara tykki at gera tað neyðuga lobbyarbeiði á Christiansborg, sum nettup skal fáa leiðandi politikarar í báðum londum á tal aftur hvør við annan. Hørð ókvæmisorð byggja so einki upp. Talan má vera um at fáa framstandandi politikarar úr báðum londum at seta seg við sama borð og loysa upp fyri øllum teimum misskiljum, tí haturið og ónøgd, sum hevur fingið loyvi til at byggja seg upp. Hví ikki taka stig til eina ráðstevnu í Tórshavn, har týðandi politikarar úr øllum flokkum í báðum londum verða boðin við til at viðgera Føroyar-Danmark ikki bert komandi tvey árini men eisini inn í næstu øld. Lat okkum tora at hyggja hvør annan í eyguni og siga okkara hugsan hvør við annan á ein hátt, sum skapar virðing heldur enn at liggja í skýmaskotum og gera ætlanir. Latið okkum hvør í sær viðurkenna gjørd mistøk og latið okkum rætta hvør øðrum hondina við tí fyri eygað: at fremja ein realistiskan og virðiligan politikk báðum pørtum til frama.