Forsetarnir báðir hitust í Russlandi herfyri, tá brasilski forsetin, Lula da Silva, var á almennari vitjan í Moskva. Nú heitir hann á Vladimir Putin um at fara til friðarsamráðingar í Turkalandi í morgin

Brasilski forsetin vil hava Putin til Turkalands

Forsetarnir hitust í Russlandi herfyri, tá brasilski forsetin var á almennari vitjan í Moskva

Forsetarnir báðir hitust í Russlandi herfyri, tá brasilski forsetin, Lula da Silva, var á almennari vitjan í Moskva. Nú heitir hann á Vladimir Putin um at fara til friðarsamráðingar í Turkalandi í morgin

Forsetin í Brasilia, Lula da Silva, vil hava russiska forsetan, Vladimir Putin, at fara til Turkalands til møguligar friðarsamráðingar við Ukraina.

 

Tað var í einari telefonsamrøðu millum forsetarnar í dag, at Lula da Silva eggjaði Vladimir Putin at fara til Istanbul, veit tíðindastovan AFP at siga.

 

Forsetarnir báðir hitust annars í Russlandi herfyri, tá brasilski forsetin var á almennari vitjan í Moskva.

 

Spenningur hevur verið um, hvørji umboð Russland fer at senda til Turkalands, men í kvøld bendir alt á, at Vladimir Putin verður ikki við.

 

Ukrainski forsetin hevur sagt, at hann vil hitta Putin persónliga, men í kvøld sigur hann, at Ukraina er opið fyri friðarsamráðingum í øllum formum.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/nu-er-vladimir-putin-meira-kurrur

 

##med2##

 

 

 

Forsetarnir báðir hitust í Russlandi herfyri, tá brasilski forsetin, Lula da Silva, var á almennari vitjan í Moskva. Nú heitir hann á Vladimir Putin um at fara til friðarsamráðingar í Turkalandi í morgin

Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj hittast neyvan í Istanbul í morgin