Sermitsiaq veit at siga, at bensin og diesel í Grønlandi eru hækkað í prísi frá í dag at rokna.
- Prísirnir á bensini hækka úr 5 krónum fyri liturin upp í 5,85 - og prísirnir á diesel hækka úr 5,15 upp í 6 krónur fyri liturin.
Tað er KNI, sum ásetir hesar prísir, og tað er grønlendska sjálvstýrið, sum eigur KNI.
KNI er fyrrverandi KGH (Den Kongelige Grønlandske Handel), sum broytti navn í 1993.
Prísirnir á petroleum hækka eisini við 85 oyrum fyri liturin í dag.
- Prísbroytingin er neyðug, tí innkeypsprísurin er hægri, skrivar KNI í stuttum tíðindaskrivi í morgun, sum Sermitsiaq endurgevur.
Heimasíðan veit at siga, at seinast prísirnir á brennievni hækkaðu, var í apríl síðsta ár, og tá var hækkingin 60 oyru fyri liturin.
- Tá upplýsti KNI, at ein partur av avlopinum varð brúktur til at halda prísunum á brennievni niðri.
Sermitsiaq veit í morgun at siga, at KNI ikki vil upplýsa, hvussu nógvan pening samtakið hevur brúkt til at halda prísunum á brennievni niðri.
Vit kunnu leggja aftrat, at bensinprísurin í Føroyum í dag er 11,20 - og prísurin á diesel er 10,04 krónur fyri liturin.