Amerikanska sendistovan í Saudi Arabia rakt av dronuálopi

Eldur er komin á amerikansku sendistovuna í saudiarabiska høvuðsstaðnum eftir eitt dronuálop. Fráboðanir um fleiri spreingingar.

Amerikonsk stríðsflogfør hava seinastu dagarnar rakt mál í Iran. Iran hevur svarað aftur við at leypa á amerikonsk mál í fleiri londum í Miðeystri. (Savnsmynd). - Mynd: Us Navy/Reuters

Amerikanska sendistovan í saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh, varð rakt av einum dronuálop í nátt.

Tað upplýsir saudiarabiska verjumálaráðið sambært tíðindastovuni Reuters.

– Sambært fyribils metingum varð amerikanska sendistovan í Riyadh álopin við tveimum dronum. Álopið hevði við sær ein avmarkaðan eld og smávegis materiellan skaða á bygningin, sigur verjan í fráboðan.

Reuters skrivar, at eingin var á sendistovuni, tá álopið hendi.

Amerikanska sendistovan heitir á allar amerikanskar ríkisborgarar í landinum um at leita sær friðskjól. Hetta skrivar sendistovan í Riyadh í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

Uttanríkisráðið í Danmark hevur dagført ferðaráðgevingina eftir álopið.

– Støðan er álvarslig og óforútsigulig. Halt teg innandura og gev eyka ans fyri tíni persónligu trygd, skrivar Uttanríkisráðið á heimasíðu síni.

Fleiri vitni høvdu stutt frammanundan sagt við bæði Reuters og tíðindastovuna AFP, at tey høvdu hoyrt harðar spreingingar og eygleitt svartan royk úr diplomatiska kvarterinum í Riyadh.

Hetta er staðið í høvuðsstaðnum, har útlendskar sendistovur og bústaðir hjá útlendskum sendiharrum eru.

Ein kelda í saudiarabiska herinum sigur við AFP, at loftverjan í Saudiarabia hevur funnið fýra dronur, sum vóru á veg móti økinum, har útlendsku sendistovurnar eru í Riyadh.

Fráboðanir eru um fleiri spreingingar í diplomatiska kvarterinum í nátt, skrivar Reuters.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur við ein journalist frá amerikanska miðlinum News Nation, at vit fáa skjótt at vita, hvussu USA fer at svara álopinum í Riyadh. Tað veit Reuters at siga frá.

Iran hevur seinasta samdøgrið rakt á fleiri amerikansk mál, eitt nú í londunum í Flógvanum.

Hetta er aftursvar uppá umfatandi amerikansku og ísraelsku álopini í Iran, sum byrjaðu um vikuskiftið.

Leygardagin fór USA undir eitt stórt loftálop móti Iran í samstarvi við Ísrael. Síðani tá eru fleiri høgi iranskir leiðarar dripnir, teirra millum ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei.

Verjumálaráðið í Katar boðaði í nátt frá, at tað hevði fangað og oyðilagt tvær ballistiskar rakettir, sum vóru á veg móti landinum. Hetta veit AFP at siga.

Ófriðurin í Miðeystri hevur millum annað elvt til propp í flogferðsluni. Fleiri knútapunkt fyri altjóða ferðafólk eru lamin av krígnum, og túsundtals flogferðir eru avlýstar.

 

/Ritzau/

 

Amerikonsk stríðsflogfør hava seinastu dagarnar rakt mál í Iran. Iran hevur svarað aftur við at leypa á amerikonsk mál í fleiri londum í Miðeystri. (Savnsmynd). - Mynd: Us Navy/Reuters