Uppgerð í sambandsflokkinum

Orðini hjá Atla Hansen, formanni í tingbólki sambandsfloksins í Dimmalætting leygardagin, har hann leggur eftir løgmanni, eru so mikið álvarslig, at talan er um eina uppgerð í sambandsflokkinum

TAÐleikar hart á í sambandsflokkinum - landsins størsta flokki og tí flokki, ið situr til róðurs í Tinganesi.


ATLI HANSEN, varamaður løgmans á tingi hevur sera avdúkandi viðmerkingar í Dimmalætting leygardagin. Grein hansara kann lesast sum einki minni enn ein uppgerð við løgmann.


TAÐ er einki óvanligt í tí, at ein til hvørja tíð sitandi løgmaður fær av at vita frá teimum flokkum, sum sita í andstøðu. Tað tykist heldur ikki at vera nakað ónáttúrligt í tí, at flokkar, sum eru í samgongu, havast at løgmanni. Tað óvanliga í dag er, at politikarar í flokkinum hjá løgmanni taka blaðið frá munninum og alment finnast harðliga at sínum egna formanni og løgmanni.


EIN kann siga, at hetta er gott og sunt fyri demokratiið, at fólk í einum flokki hava møguleika til at finnast at sínum egnu. Og tora at gera tað. So er. Men tá talan er um flokk, sum situr við ábyrdini av landinum, átti hetta at fingiðonkra avleiðing. Tað er í hvussu er við til at minka um virðið av landsins hægasta sessi, løgmanssessinum. Sum so eigur løgmaður til eina og hvørja tíð at vera umboð fyri ikki bert sín egna flokk men fyri alt landið.


AT Atli Hansen tekur so dýran til, sum hann ger leygardagin, er í okkara verð einki minni enn ein uppgerð í sambandsflokkinum. Her tykist tað at snúgva seg um, at sambandsmenn vilja sleppa av við sín egna løgmann, sum samtíðis er formaður í sambandsflokkinum. Hvussu í allari víðu verð kann nakar føroyingur hava álit á sambandsflokkinum og løgmanni eftir slíka grein, sum Atli Hansen, varamaður løgmansá tingi skrivar um sama løgmann! Hvussu kann sambandsflokkurin eftir hetta verða eygleiddur sum ein ábyrgdarflokkur, ið setir landsins áhugamál fremst!


TÁ so hugsað verðum um tað, sum fyrrverandi tingmaður sambandsfloksins, Finnbogi Arge sigur við Sosialin leygardagin, so fær hetta bara bikarið at flóta yvir. Og tá vit so haraftat taka tað, sum aðrir sambandsmenn hava sagt um sín egna formann og løgmann hesar seinastu dagarnar, eitt nú varaløgmann Eilif Samuelsen í Sjóvarpi Føroyar í farnu viku, so stendur púra greitt, at talan er um kreppu ikki bert í sambandsflokkinum men í øllum landsstýrinum. Hetta má fáa fylgjur so ella so. Eingin ivi er um, at hetta er sera óheppið fyri umdømi okkara í útlandinum.


HVØRVÍTT Atli Hansen og aðrir sambandsmenn hava rætt ella ikki, tá teir leggja eftir sínum egna formanni og løgmanni skulu vit lata onnur at døma um í hesum umfarinum. Men vit halda bert, at ein flokkur, sum hevur bjóðað seg fram til at stjórna landinum, ið er so ósamdur innanhýsis, hann eigur at takka fyri seg, fara í andstøðu og finna seg sjálvan aftur. Tað ber ikki til at taka føroyska samfelagið sum gísla í einum innanhýsis politiskum stríði í sambandsflokkinum


LAT okkum nú ímynda okkum, at tað er ikki løgmaður, sum er syndarin í nógvum av tí, ið hann fær skyldina fyri. Lat okkum siga, at tað eru tey fólk, sum hava valt løgmann, ið hava ein trupulleika. Nevniliga tann at tey bjóða flokk sín fram at stjórna landinum uttan at hava tryggjað Føroya fólki,. at tann persónur, sum tey vísa á sum løgmannn, veruliga tænir bæði fólksins og eisini sambandsfloksins áhugamálum. Løgmaður hevur eitt forkláringsproblem. Hann skyldar Føroya fólki eina frágreiðing, har hann svarar tí kritikki, sum er vendur móti honum Hann kann ikki bara sita og látast sum einki.