VIT HAVA regluliga gleðina av at bjóða útlendskum tónleikagestum vælkomnum her á landið, og bara í ár hava vit havt møguleikan at uppliva fleiri heimskend nøvn sum t.d. Staus Quo og Blur.
VIT HAVA sjálvi eitt ríkt og fjølbroytt tónleikalív, sum viku eftir viku kann upplivast á ymsum tiltøkum í landinum, men tað er einki at taka seg aftur í, at vit fegnast øll um at fáa vitjanir úr útheimi til okkara fjarðskotnu oyggjar.
Í LØTUNI er Tórshavnar Jazz-, fólka- og bluesfestivalur í Havn, og í tí sambandinum hava vit fingið nógvar gestir úr útlondum. Fyrrakvøldið hevði mæta danska songkvinna Hanne Boel konsert í Norðurlandahúsinum, í gjárkvøldið var Etta Cameron á palli, og í kvøld fer Bitch Boys við m.a. Anne Linnet at framføra.
SAMAN VIÐ øllum hesum útlendskum gestunum fáa eisini føroyskir tónleikarar høvi at framføra, og hesir fýra dagarnir við festivalinum eru ríkir tónleikadagar fyri okkum øll bæði tey sum framføra og tey sum lurta.
SEINNU ÁRINI hevur Jazzfestivalurin í Norðurlandahúsinum á hvørjum ári givið okkum føroyingum høvi at uppliva útlendsk nøvn, sum vitt annars bert frætta um aðrar vegir, og tað er at fegnast um. Liggja vit fjarðskotin reint geografiskt, so er heimurin við øllum teimum nútímans hentleikum so nær sum ongantíð áður, og tað hevur sanniliga áhuga at sleppa at hoyra útlendsk nøvn á konsert her í landinum.
Vit ynskja Tórshavnar Jazz-, fólka- og bluesfestivali alt tað besta, og vóna at uppliva nógv spennandi útlendsk nøvn her á landið í framtíðini eisini.
Sosialurin