Í dag er ein nýggj sendirøð komin út á stroymingartænastuni Disney+. Sendirøðin kallast "To Cook a Bear" og er í løtuni tað fyrsta, man sær, tá man kemur inn á Disney+ forsíðuna.
Tendrar man fyrsta part, hoyrast (fyri okkum føroyingar) vælkendir tónar sum tað allar fyrsta.
Fyrsti partur verður nevniliga innleiddur við sanginum "Trøllabundin" hjá Eivør.
Á internetinum eru tað longu fólk, ið hava varnast tónarnar frá Eivør. Á norðurlendska filmblogginum NordicWatchlist skrivar ein ummælari til dømis soleiðis:
"The opening moments of the first episode treat viewers to Faroese singer Eivør’s hauntingly beautiful Trøllabundin."
Síggj og hoyr fyrstu løtuna í sendirøðini her:
##med3##
Aftaná hesi 40 sekundini, sum víst í videobrotinum omanfyri, heldur Trøllabundin fram eina løtu aftrat.
Sendirøðin "To Cook a Bear" er svensk og fyrigongur í 1852 í bygdini Kengis, ið er norðaliga í Svøríki. Talan er um eina spennings- og krimirøð í stílinum "nordic noir". Svenska heitið er "Koka björn".
Trailarin til sendirøðina sæst her:
##med2##