Ein spaniumaður, Antonio, er funnin deyður í sínari íbúð í Valensia, og løgreglan heldur, at maðurin hevur ligið deyður í heili 15 ár. Orsøkin til, at hann nú varð funnin, var rein tilvild.
Eitt frárensl á altanuni var typt, og vatn rann niður av altanuni og yvir grannarnar niðanfyri.
Grannar í íbúðarbygninginum høvdu ikki sæð Antonio síðan 2010, og hann var ongantíð lýstur saknaður.
Spanska løgreglan heldur ikki, at nakar hevur gjørt seg inn á mannin, men heldur, at hann er deyður av náttúrligum ávum fyri umleið 15 árum síðan.
Hetta veit spanska ávísin, El Pais, at siga, og tað eru eisini fleiri aðrir útlendskir miðlar, sum bera hesa søgu.
Tá fólk hjá sløkkiliðnum á staðnum tóku seg inn í íbúðina hjá Antonio gjøgnum eitt vindeyga, var tað ein skakandi sjón, sum møtti teimum. Í sovikamarinum funnu tey ein mumifiseraðan kropp og beinagrind - millum órudd, smákykt og annað.
Grannarnir, sum ikki høvdu sæð mannin øll hesi ár, hildu, at hann var fluttur til familju sína - ella á stovn - at búgva. Postkassin var tómur, tí tað høvdu grannarnir syrgt fyri. Pensjónin var komin sum vanligt, og allar rokningar vóru drignar av hansara konto
Grannar vita at siga, at Antonio hevði einki samband havt við fólk í grannalagum, og hann tóktist tunglyntur.
Spanska løgreglan upplýsir, at maðurin, sum helst var í sjeytiárunum, tá hann doyði, átti tvey børn, men børnini hevði hann ikki havt samband við í fleiri áratíggjur, eftir at hann sambært løgregluni rýmdi frá familjuni fyri umleið 30 árum síðan.