SO sóu vit aftur ranguna á fólkaflokspolitikki, tá hann er mest avdúkandi. Nevnliga skammiliga vanvirðingin fyri teimum veiku í samfelagnum. Tað var undir fíggjarlógarumrøðuni, at formaðurin í tingbólki fólkafloksins og eisini fólkatingsmaður, Óli Breckmann, lanseraði eitt av sínum nýggju og heimagjørdu ókvæmisorðum, nevniliga BUMSAKONTO.
VIÐ hesum orðinum sipaði hesin ein hin mest framstandandi fólkafloksmaðurin í dag til tey fólk í føroyska samfelagnum, sum fáa ein ella annan stuðul og styrk frá tí almenna. Nú kann onkur siga, at tað er ov erkvisið ikki at tola slíkan málburð, tí orð eru bara orð. Hetta er bara ikki so. Nettup orð kunnu hava ómetaliga stóran týdning - positivan sum negativan.
TAÐ finst neyvan tað samfelagið, har tað ikki henda mistøk, og har tað ikki ber til onkursvegna at útnytta systemið, sum tað verður tikið til. Men hví júst tey arbeiðsleysu, tey veiku og sjúku altíð skulu fáa slíkt skoðsmál eigur at undra. Hvat vit teimum, sum við høgari útbúgving og framstandandi størvum bæði inn tað almenna og tað privata útnytta systemið hvør á sín hátt! Nær verða hesi umrødd við slíkum niðurgerandi orðum og vendingum frá fólkafloksins síðu1
HIGARTIL hevur verið roynt at bera yvir við slíkum og sagt hevur verið ?at hatta er bara ÓLI?. Og mínsann um ikki nýggja og yngsta skotið á fólkaflokstræinum, Jørgen Niclasen eftir skammiliga røðu Breckmanns royndi at bera yvir og entá grundgeva fyri, hví partamaðurin við røttum brúkti hetta orðið. Hetta sigur ikki so lítið um nýggja ættarliðið av fólkafloksmonnum.
TAÐ eru helst tey, sum spyrja, hví vit hava so ilt av tí, sum kemur av munni Breckmans! Og til tað kunnu vit bert endurtaka, at tað í okkara verð er ófatiligt og eisini sera avdúkandi, at ein so stórur flokkur sum fólkaflokkurin vil leggja navn til slíka skammiliga og vanvirðiliga niðurgerðing av ávísum oyramerktum bólkum í samfelagnum. Hvat siga tey mongu ærligu og siðiligu fólkini í fólkaflokkinum til, at oddamað teirra ber seg at sum ein Le Pen í Fraklandi, ein Sharon í Ísrael og ein Hagen í Noregi! Er hetta tann linja, sum tey halda teirra flokkur eigur at koyra! Vit spyrja bara.
HETTA er maðurin, sum tit og mong onnur við hava valt at umboða Føroyar á danatingi aftur og aftur. Hvat hava Føroyar fingið burtur úr hesi umboðan! Einki ella enn verri - bara vánaliga reklamu. Maðurin, sum annars átti at brúkt tíð sína á fólkatingi til á diplomatiskan og siðiligan hátt at fingið fólkatingspolitikarar úr øllum flokkum og eisini vanliga danan til at skilt støðu føroyinga, ger einki annað enn at undirminera støðuna hjá teimum hann umboðar. Hetta ger hann við í heilum at brúka nettup orð og vendingar sum Bumsakonti ol. Við at gera taðbrýtur hann niður nettup tað, sum hann er valdur til, nevniliga at byggja brýr og skapa kommunikatión millum tvey ymisk fólk í sama ríki.
POLITIKARIN Óli Breckmann hevur við sjálvsdyrkan síni av eini avoldaðara og ultrahøgravendari ideologi gjørt Føroyum og føroyingum meira skaða enn gagn tey mongu ár hann hevur umboðið føroyingar á fólkatingi. Vit síggja tað hvørja ferð Føroyar eru til umrøðu á fólkatingi. Eingin tekur mannin fyri fult - mannin, sum føroyingar hava sent til Christiansborg at tala søk føroyinga. Hvussu skulu somu donsku politikarar taka okkum í Føroyum fyri fult, tá vit ferð eftir ferð velja henda sama útspillaran aftur á fólkating at umboða okkum!
VIST hava vit ein trupulleika.. Vil tú Føroyum væl, so syrg fyri, at hesin fólkafloksmaðurin ikki verður valdur aftur. Skulu vit til at byggja upp aftur virðing og álit millum danir og føroyingar - og tað skulu vit -verður tað ikki gjørt við at velja fólk, sum bara hava til endamál at dyrka sínar egnu sjálvskaptu fíggingamyndir.